Hondbóltur

- Vit hava ein veruligan møguleika at spæla okkum til HM-endaspælið

Hetta ger styrkismetingin, staðfestir Claus Mogensen. Venjarin sigur við Portalin, at hann helst vil sleppa undan Kroatia, Serbia, Portugal og Norðurmakedónia í lutakastinum sunnudagin.

Vegna javnleikin móti Kroatia og málúrtøkuna eru Føroyar í spennandi HM-støðu: - Tað er ein stórur styrkismunur á teimum flestu liðunum í ovara lagnum og niðara lagnum, sigur venjarin. Hann vil tó helst sleppa undan at hitta Kroatia aftur í hesum førinum (Mynd: Sverri Egholm)

Vegna javnleikin móti Kroatia og málúrtøkuna eru Føroyar í spennandi HM-støðu: - Tað er ein stórur styrkismunur á teimum flestu liðunum í ovara lagnum og niðara lagnum, sigur venjarin. Hann vil tó helst sleppa undan at hitta Kroatia aftur í hesum førinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-13 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Claus Mogensen vil - eins og føroysku kvinnurnar - ógvuliga gjarna aftur til eitt endaspæl. Nú tíggju dagar eru farnir síðani seinasta dystin í Sveis, so kann venjarin hyggja aftur á eina stóra uppliving: Á serstakar dagar og sterkan føroyskan felagskap við stoltleika.

Sí eisini: Føroysk frambrot og føroyskar fyrimyndir

Nú verður hugt frameftir. Portalurin hevur tosað við Claus Mogensen í sambandi við, at lutakast til HM play-off umfari verður sunnudagin. Tveir dystir í apríl - ein úti og ein heima - fara at avgerða, hvørt Føroyar skulu til endaspæl aftur í november-desember 2025 ella ikki.

Bólkarnir til HM play-off

Ovari styrkisbólkur:

Danmark/Svøríki, Montenegro, Pólland, Rumenia, Slovenia, Sveis, , Spania, Eysturríki, Kekkia, Ísland og Føroyar.

Niðari styrkisbólkur:

Norðurmakedonia, Kroatia, Turkaland, Serbia, Portugal, Ukraina, Slovakia, Ísrael, Italia, Kosovo og Litava

Sí eisini: Spennandi HM-lutakastið verður sunnudagin

Føroysku kvinnurnar fáa eitt av teimum ellivu londunum úr niðara bólkinum. At Føroyar endaðu nummar trý í EM-bólkinum - eitt mál betri enn Kroatia - kann fáa heilt stóran týdning, staðfestir venjarin.

- Tað at vit eru styrkismett ger jú, at vit hava ein veruligan møguleika at spæla okkum til HM. Tað er ein stórur styrkismunur á teimum flestu liðunum í ovara lagnum og niðara lagnum. Um vit ikki høvdu verið styrkismett, so hevði mann verið ein stórur "underdog" móti øllum frá ovara lagnum har.

At Føroyar eru millum tey styrkismettu ger tó ikki, at tað bara fer at vera einfalt at spæla seg til HM-endaspælið. Claus Mogensen hevur 3-4 lið, sum hann helst vil sleppa undan at síggja koma úr bollanum í sambandi við Føroyar.

- Tað eru nøkur lond, sum ikki eru styrkismett, sum vit høvdu verið lítlir "underdogs" ímóti. Kroatia, Serbia og Portugal verður ógvuliga trupult at vinna yvir tveir dystir. Tey eru sterk, og tey ynskja vit helst at sleppa undan. Eg rokni sum so eisini Norðurmakedónia uppí tann bólkin: Kanska ikki eitt eins gott lið sum hini trý men tað er vegna torføra útidystin.

[object Object]
Føroyar stríddi seg til søguligt stig móti júst Kroatia 1. desember í Basel...(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]...men Kroatia er eitt av fýra møguligum mótstøðuliðum hjá Føroyum, sum Claus Mogensen helst vil sleppa undan í HM-undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Høvuðsvenjarin staðfestir tó, at tað er ein stórur munur at vera styrkismettur: Føroyar koma í øllum førum hava heilt góðan møguleika, móti flestu av "ikki-styrkismettu" londinum og kanska eiga ein fittan favorittleiklut.    

Ísrael, Italia, Kosovo og Litava eru tey fýra londini í "bólkinum", sum ikki vóru við til EM-endaspælið. Tey hava vunnið seg til play-of umfari við sigrum í undanumfarinum. Men hóast tað eru millum bestu møguleikarnar hjá Føroyum á pappírinum, so vil Claus Mogensen ikki skýra tey at vera "dreymalutakast".

- Vit kenna heldur lítið til tey fyri, at vit kunnu lýsa tey sum dreymalutakast. Tað er til dømis ymiskt, ið týðir uppá, at Italia í løtuni er í einari stórar menning sum hondbóltsland. 

- Eitt ting er í øllum førum greitt: So skjótt úrslitið av lutakastinum fyriliggur, so fara vit at fáa fatur á so nógvari kunning sum gjørligt um mótstøðuna. Vit vilja vera so væl fyrireikað sum gjørligt, tá vit spæla undankapping, staðfestir Claus Mogensen at enda.

Lutakastið verður sunnudagin klokkan 12.30 føroyska tíð. Til ber at stroyma tað - Portalurin fer at hava beinleiðis blogg. Teir báðir dystirnir í  apríl 2025 (ein úti og ein heima) avgerða, um Føroyar skulu spæla HM-endaspæl næsta vetur ella ikki.

Ovari styrkisbólkur:

Danmark/Svøríki, Montenegro, Pólland, Rumenia, Slovenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Kekkia, Ísland og Føroyar.

Niðari styrkisbólkur:

Norðurmakedonia, Kroatia, Turkaland, Serbia, Portugal, Ukraina, Slovakia, Ísrael, Italia, Kosovo og Litava

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder