Fótbóltur

Eitt stórt puslispæl skal ganga upp

Tað er eitt stórt puslispæl, ið skal ganga upp, tá tær ymisku leikskráirnar fyri komandi kappingarár skulu skipast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-13 17:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: – Vit eru væl á veg við kappingini fyri komandi ár, og hon er um at vera liðug. Tað næsta, ið hendir, er at kappingin verður send til hoyringar hjá feløgunum, so vónandi verður tað skjótt, at hon verður almenn og løgd út.

Tað sigur Ása Klakkstein Kalsø, leiðari í kappingar- og dómaradeildini hjá Fótbóltssambandi Føroya, í samrøðu við FSF varpið.

Í løtuni verður arbeitt við at leggja leikskráirnar í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum, sum byrja í mars mánað komandi ár.

Men tað eru nøkur atlit, ið kappingardeildin hjá FSF, saman við kappingarnevndini skal taka hædd fyri, tá leikskráirnar skulu skipast.

Í Betrideildini hjá monnum skal millum annað hædd takast fyri hesum viðurskiftum:
1. Feløgini hava 14 heimadystir og 13 útidystir annaðhvørt ár. Uppflytararnir yvirtaka plássið hjá niðurflytarunum
2. Øll liðini skulu hava 4 ella 5 heimadystir í hvørjum triðingi av kappingini
3. Liðini í topp 5 í 2024, skulu í 2025 hava tveir heimadystir móti tveimum av hinum liðunum í topp 5
4. Liðini í botn 5 í 2024, skulu í 2025 hava tveir heimadystir móti tveimum av hinum liðunum í botn 5
5. Liðini, sum í fyrsta umfari spæla á heimavølli, skulu spæla á útivølli í øðrum umfari
6. Liðini, sum á seinasta leikdegi spæla á heimavølli, skulu spæla á útivølli á næstseinasta leikdegi
7. Øll liðini skulu sum minst hava tríggjar heimadystir ella tríggjar útidystir á rað
8. HB og B36, og TB og FC Suðuroy spæla so sjáldan sum tilber á heimavølli sama dag

Afturat hesum, skal eisini havast í huga…
1. Dómarar og hjálpardómarar. Í løtuni eru 90 dómarar og hjálpardómarar tøkir, og hvørt vikuskifti er brúk fyri í minsta lagi 86 dómarum og hjálpardómarum
2. 1. deild menn skulu altíð spæla áðrenn Betrideildin menn. Hetta er galdandi fyri dystir, tá 1. deildarliðið er fremsta lið hjá felagnum
3. Liðini skulu hava tríggjar ella fýra dagar hvíld millum dystirnar
4. Allir dystir í Betrideildini hjá monnum, og ein hvørt umfar í Betrideildini hjá kvinnum skulu stroymast
5. Ljósviðurskiftini á nøkrum vallum eru sum er ikki nøktandi
6. Vallarpláss. Á onkrum vallum er nógv virksemi onkur vikuskifti, og tá má hædd takast fyri, nær dystirnir kunnu spælast


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder