Fótbóltur

Føroyar spæla tveir kappingardystir í mars

Kekkia tekur ímóti 22. mars og Montenegro tekur ímóti tríggjar dagar seinni - nakað áðrenn tað skal FSF finna ein landsliðsvenjara. HM-heimadystir eru á skránni í juni, september og oktober 2025, áðrenn endað verður við torførasta útidystinum.

Eins og í oktober 2023 skulu Føroyar spæla undankappingardyst í Kekkia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eins og í oktober 2023 skulu Føroyar spæla undankappingardyst í Kekkia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-13 21:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag var lutakast í Sveis um bólkabýtið í evropeisku undankappingini til HM 2026.

Har gjørdist greitt, at Føroyar skulu spæla átta dystir, og at talan verður um Kekkia, Montenegro og Gibraltar - umframt Frakland/Kroatia.

Sí eisini: Fingu fýra onnur lið - byrja í mars

Sí eisini: Andrias: - Øgiliga spennandi og avgjørt møguleiki at fáa fleiri stig

Nú er endaliga greitt, at Føroyar byrja 22. mars í Kekkia og enda í Fraklandi ella Kroatia 14. november. Heimadystirnir í HM-undankappingini verða spældir í juni (ein), september (ein) og oktober (tveir)

Talan verður um tveir kappingardystir longu í mars. Føroyska manslandsliðið hevur ikki nakran landsliðsvenjara í løtuni, men leitað verður - helst skundar hendan skráin nakað undir tilgongdina. Portalurin hevur sent fyrispurning til FSF um, hvar man er í tí tilgongdini.

FSF skrivar soleiðis um skránna í kvøld: 

Skráin fyri undankappingina til HM 2026 er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars

Um góðar tríggjar mánaðar skal føroyska skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá hol verður sett á undankappingina til HM 2026.

Eftir lutakastið, sum var í Zürich í Sveis á middegi fríggjadagin, komu Føroyar í bólk L, saman við Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.

Og nú er greitt, at Føroyar byrja kappingina á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars klokkan 19:45, meðan síðsti dysturin verður á útivølli fríggjadagin 14. november móti annaðhvørt Frankaríki ella Kroatia.

Leikskráin fyri føroyska manslandsliðið í HM-undankappingini í 2025:
22. mars Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)
25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)
9. juni Føroyar – Gibraltar (kl. 19:45)
5. sept. Føroyar – Frankaríki/Kroatia (kl. 19:45)
8. sept. Gibraltar – Føroyar (kl. 19:45)
9. okt. Føroyar – Montenegro (kl. 19:45)
12. okt. Føroyar – Kekkia (kl. 17:00)
14. nov. Frankaríki/Kroatia – Føroyar (kl. 19:45)

Hvørt tað verður Frankaríki ella Kroatia, ið endaliga verða í bólki L, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum, sum eru á skránni 20. og 23. mars. Taparin verður í bólki L, meðan vinnarin endar í bólki D, saman við Ukraina, Íslandi og Aserbadjan.

Dagført: 21.59

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder