Hondbóltur

Stóra skandinaviska finalan verður í Wien

Danmark - Noreg byrjar klokkan 17. Danmark fer eftir at venda gongdini móti einum av grannunum og eftir at vinna sítt fyrsta gull á kvinnusíðuni - Noreg skal royna at endurvinna EM.

Tær donsku skulu serliga steðgað størstu norsku stjørnuni, Henny Reistad, í kvøld (Mynd: EPA)

Tær donsku skulu serliga steðgað størstu norsku stjørnuni, Henny Reistad, í kvøld (Mynd: EPA)

2024-12-15 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld kemur endaspælið, sum gjørdist søguligt fyri føroyskan hondbólt, at enda. Ikki óvæntað eru tað Noreg og Danmark, sum hittast í EM-finaluni. 

Liðini hittust í fyrsta umfari í meginumfarinum. Har vóru tær norsku hvassari og vunnu 27-24. 

Sum heild hevur Noreg av álvara havt takið á Danmark seinastu árini. Í HM-hálvfinaluni millum liðini í fjør hevði Danmark stóra leiðslu men misti hana, og í EM-finaluni í 2022 vóru tær norsku eisini omaná.

Noreg er eisini OL-meistari og hevur verið samanlagt verið greitt besta liðið í himinum tey 15-árini undir Thorir Hergeirsson. Íslendski venjarin gevst eftir dystin í Wien í dag.

[object Object]
Thorir Hergeirsson hevur verið í nærum óteljandi finalunum við norsku kvinnunum - so nógvum at hann ikki minnist talið sjálvur (Mynd: EPA)

Tvær av teimum, sum av álvara hava gingið á odda hesa tíðina, eru ikki við nú. Stine Oftedal Dahmke (f. Bredal) varð í gjár kosin "mest virðismikli kvinnuligi hondbóltsspælari" fyri 2024. Spælskiparin er nú givin, og høgri bakkurin Nora Mørk er við barn.

Harvið liggur meira á Henny Reistad, og hon skal spæla eina stóra finalu í kvøld. Danir tevja blóð. Jesper Jensen segði eftir hálvfinalusigurin móti Fraklandi, at hann sær tað sum "50-50" til finaluna. Danmark tykist hava nógvar streingir at spæla uppá nú, og Anna Kristensen hevur verið besti málverji í endaspælinum.

So er tað spurningurin, um sinnisliga yvirtakið kann koppa til "gamla skandinaviska risan". Danmark hevur ikki vunnið gull á kvinnusíðuni í 20 ár (OL í 2004) Í 1990'unum og fyrst í 00'unum var Danmark heilt stórt - størsta partin av tíðini síðani tá hevur tað verið Noreg, hóast Noreg hevur havt ilt við at vinna HM seinastu ferðirnar. Nú er tað EM, sum skal endurvinnast hjá Noreg.

Finalan í Wien byrjar klokkan 17 føroyska tíð og sæst á danska TV2 og TV2 Play.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder