Gullturkurin hjá donsku kvinnum heldur fram. 20 ár aftaná OL-gullið í Athen var møguleikin aftur har móti Noreg í kvøld, men ein marrukendur seinni hálvleikur fyri Danmark og norsk hágóðska gjørdu, at talan at enda gjørdist um ein stóran norskan sigur.
Anna Kristensen (besti spælari í kappingini) legði annars út sum eitt óløgi í danska málinum, og danska verjan var ógvuliga góð fyrsta korterið. Noreg skoraði ikki fyrstu átta minuttirnar, og fyrsta málið var kontramál. Evropameistararnir gjørdu óvanliga nógv mistøk fyrstu løtuna - eisini Henny Reistad, sum varð toppskjútti og dagsins spælari. Heimsins besti spælari blakaði nógvar bóltar vekk.
Tað gjørdi Danmark eisini gjøgnum dystin, og norska verjan fekk veruliga yvirtakið. Tað var 13-12 til Noreg í steðginum, og brádliga var 21-14: Danmark skoraði bert eitt mál fyrstu tólv minuttirnar av 2. hálvleiki, verja og málverji fingu ikki fatur á nøkrum, og tað gjørdist ongantíð spennnadi aftur.
Norska maskinan koyrdi, Danmark spældi ikki sum eitt lið, sum burdi verið í einari finalu, og tað endaði 31-23.
Triðja EM-gullið hjá Noreg á rað. Liðið er eisini olympiskur meistari og vísti í kvøld, hví - og at liðið kann standa seg uttan Stine Oftedal og Nora Mørk.
Íseldningrin er ein ímynd av norskum hondbólti - og av at vinna á hægsta stigi (Mynd: EPA)
Næstu ferð Noreg spælir endaspæl verður tað við nýggjum venjara. Thorir Hergeirsson takkar fyri seg við EM-gulli eftir 15 ár sum venjari. Undan 2009 var íslendingurin hjálparvenjari, og vann hann nú sítt 11. gull við Noreg. Ógvuliga flott avrik hjá Hergeirsson og liðnum. Noreg vann allar dystirnar í hesari kappingini.
Danmark skal reisa seg aftur til HM næsta ár. Enn eitt heiðursmerki í hús til Jesper Jensen og liðið men eitt finalutap á átta mál rakar meint.
EM-finala 2024
Sunnudagin 15.12, Wiener Stadthalle
Noreg - Danmark 31-23 (13-12)
Toppskjútti og dagsins spælari: Henny Ella Reistad (8 mál)
Fyrr í dag vann Ungarn spennandi bronsudyst móti Fraklandi. Hetta var fyrsta heiðursmerki hjá Ungarn í tólv ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald