Fótbóltur

Mórits Heini til EB/Streym

25-ára gamli miðvallarin úr Runavík hevur spælt beint undir 100 dystir í Betrideildini - allar fyri NSÍ.

Mórits Heini Mortensen saman við Niels Paula Danielsen eftir at sáttmáli er undirskrivaður (Mynd: EB/Streymur)

Mórits Heini Mortensen saman við Niels Paula Danielsen eftir at sáttmáli er undirskrivaður (Mynd: EB/Streymur)

2024-12-16 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur og Mórits Heini Mortensen hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2025. Hesum boðaði EB/Streymur frá á heimasíðu sínari í gjárkvøldið

- 25 ára gamli Mórits Heini hevur higartil í yrkisleiðini bert umboðað barndómsfelagið NSÍ. Har er tað blivið til 98 dystir og 6 mál í Betri deildini, 7 dystir og 1 mál í kappingini um Løgmanssteypið, umframt 5 dystir í Evropa. Harafturat hevur hann 139 dystir og 19 mál í 1. deild. Nú hevur hann so valt at taka av nýggjari avbjóðing í EB/Streymi, sum hann gleðir seg til.

Mórits Heini kemur úr NSÍ, sum hann altíð hevur spælt fyri. Miðvallarin sigur sjálvur soleiðis við heimasíðuna hjá EB/Streymi:

- Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing fyri meg. Eg gleði meg sera nógv til komandi kappingarár og at spæla frammanfyri EB/Streyma áskoðaranum

Í EB/Streymi fegnast tey um tilgongdina av Mórits Heina.

- Hetta er ein spennandi og royndur leikari í góðum aldri við stórum potentiali, sum vit trúgva kemur geva liðnum nógv” sigur Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi

Norðmaðurin Mathias Blårud er burtur av EB/Streyms-miðvøllinum, og sum bolt.fo skrivar, venja Emil Weihe Joensen og Filip Djordjevic við B36 í løtuni. Tískil kemur tilgongdin úr Runavík væl við - Óli Eyðsteinsson Poulsen heldur eisini fram í EB/Streymi.

Hagtøl: Faroesoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder