Hondbóltur

Neistin partur av “Hey-liðnum”

Talan er um eitt átak, sum arbeiðir fyri at fyribyrgja og minka um útihýsing og happing.

2024-12-16 18:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Neistagentur og -dreingir undir 8 ár eru blivin partur av, “Hey-liðnum”, sum er eitt danskt initiativ undir Hej fonden. Endamálið er at arbeiða við tí góða venjingarumhvørvinum og sosiala felagsskapinum. Á Hey-liðnum eru lið úr øllum Danmark, og nú eisini úr Føroyum, og umboðar børn í øllum aldri.

- Vit í Neistanum eru ógvuliga errin av, at fólkini í Hej-fonden halda, at tað arbeiði, sum vit gera í Neistanum, og tey virði, sum vit altíð royna at stevna fram ímóti, sameinast við teirra.

- Sum partur av “Hey-liðnum”, sigur man “ja” til trivnað og samanhald og “nei” til happing. Grundhugsanin er, at við sterkum barnafelagsskapum kunnu vit fyribyrgja og minka um útihýsing og happing.

- Á “Hey-liðnum” hugsavna vit okkum um at arbeiða við felagsskapinum – bæði á og uttan fyri vøllin. Børn eru børn, og tað eru tey vaksnu, venjarar og foreldur, sum hava ábyrgdina av, at børnini kenna seg væl til hondbólt, og at umhvørvið kennist trygt og gott.

Neistin er fyrsta og einasta føroyska felagið, sum er við á Hey-liðnum, og vit halda, at okkara børn og teirra foreldur koma at verða heilt góðir ambassadørar fyri okkum.

Millum kendastu ambassadørar á Hey-liðnum, eru Mikkel Hansen, Mattias Gidsel og Mia Højlund. Tey ganga á odda, og tey eru spent um, at Føroyar nú eisini eru við.

Av tí, at vit búgva í Føroyum, hava vit ikki møguleikar at luttaka á “Hey-camps”, sum tey skipa fyri, og tað er ikki líka lætt hjá okkum at fáa vitjanir, sum tey donsku liðini fáa. Neistin er tó í sambandi við leiðsluna í Hej-fonden, og arbeiðir við einum alternativum samstarvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder