Fótbóltur

André Dalfoss heldur fram sum formaður í TB

Aðalfundur var við Stóra í gjárkvøldið.

André Dalfoss í viðtalu við Portalin eftir uppflytingina

André Dalfoss í viðtalu við Portalin eftir uppflytingina

2024-12-17 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á aðalfundi við Stórá í Trongisvági í gjárkvøldið gjørdist greitt at formaðurin, André Dalfoss, heldur fram sum formaður hjá aldursforsetanum.

André tók við aftur sum TB-formaður 1. januar í 2023. Síðani er besta mansliðið flutt niður einaferð og upp einaferð, og arbeitt verður við at byggja á í felagnum.

Sí eisini: André eftir uppflytinginga: - Tað snýr seg um at byggja felagið upp (video)

Á fundinum mánakvøldið 16. desember varð øll nevndin mannað

Næstforkvinna og skrivari: Eyðdis Ellendersen,
Nevndarlimur og kassameistari: Maureen Arnadóttir
Nevndarlimur: Einar Petersen
Nevndarlimur: Allan Smedemark

Lagið á fundinum var gott. Felagið er í góðum hondum og framtíðin sær ljós og spennandi út. Felagið er aftur í bestu mannsdeildini og ungdómsdeildin koyrir sera væl, skrivar Tvøroyrar Bóltfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder