Fríggjadagin gjørdist endaliga greitt, at føroyska manslandsliðið skal undir HM-undankappingina í mars 2025. Í tí sambandi, og nú tað eru tveir mánaðir síðani at Fótbóltssambandi segði Håkan Ericson úr starvi, hevur Portalurin vent sær til aðalskrivaran hjá FSF og spurt um tilgongdina viðvíkjandi nýggjum venjara.
Kristin Dam Ziska sigur í dag, at málið allatíð hevur verið, at fastur landsliðsvenjari verður settur áðrenn dystirnar í mars 2025. Ætlanin hjá FSF er, at tosa við venjaraevni til A-landsliðið tíðliga næsta ár:
- Í tilgongdini at seta nýggjan landsliðsvenjara hevur frá byrjan verið sannlíkt, at Føroyar skuldu leika kappingardyst í mars 2025. Málið hevur tí allatíð verið, at ein nýggjur landsliðsvenjarin er settur til dystirnar í mars. Vit fylgja løgdu tíðarætlanini, har tað eftir ársskiftið er ætlanin at fara undir samrøður við møguligar landsliðsvenjarar.
Tað er júst ein mánaði síðani seinasta dystin í 2024. Hesum stóð Eyðun Klakstein á odda fyri. Eyðun og Atli Gregersen, sum vanliga stjórna U21-landsliðnum, tók við sum fyribils venjarar. Føroyar vunnu síðani í Armenia (14. november) og tryggjaðu sær harvið plássið í Nations League deild C.
Í Norðurmakedónia endaði við teprum tapi, men málið varð rokkið undir fyribils toyminum. Nærum beint eftir dystin segði FSF-forsetin, Christian Andreasen, við Dimmu, at hetta venjaratoymi avgjørt var ein møguleiki sum verandi loysn. Portalurin hevur spurt, um hendan loysnin framvegis er á borðinum.
- Eyðun og Atli gjørdu eitt fantastiskt arbeiði fyri okkum til dystirnar í november. Vit kenna teir eisini væl frá U21 landsliðnum og vita, at teir megna uppgávuna. U21 venjaratoymið er sjálvandi ein møguleiki, sum vit eisini umhugsa, staðfestir Kristin Dam Ziska, nú tað er 17. desember.
Eyðun Klakstein undir dystinum í Yerevan 14. november, sum Føroyar vunnu 1-0: Fyrsti kappingarsigur í yvir tvey ár og fyrsti útisigur í yvir fýra ár. Hann og Atli Gregersen hava sáttmála við FSF fyri 2025 og 2026 - sum U21-landsliðsvenjari (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sterkur í leiðslu og samskifti - nýta altjóða ráðgevingarfyritøku í arbeiðnum
Tað eru fimm ár síðani, at FSF seinastu leiðari eftir føstum venjara til manslandsliðið. Í slíkum førum er tað umráðandi at vita, júst hvørjum man leitar eftir. Meðan "Fótbóltsføroyar" bíða eftir, hvør skal standa á odda fyri manslandsliðnum hevur FSF hugt gjølla eftir, hvat slag av venjara man vil hava. Man hevur eisini leitað sær ráðgeving uttanfrá.
Hvar er tað serliga, at tit hyggja (slag av profili), og hvørjar kanalir ella kontaktir nýtir FSF í slíkum føri?
- Tað er ein breið heildarmeting, sum verður gjørd, tá landsliðsvenjarin verður settur. Umframt sjálvandi at hava góðar eginleikar sum venjari, skal viðkomandi vera ein sterkur leiðari og samskiftari – bæði í mun til innanhýsis samskifti í hópinum men eisini alment, har landsliðsvenjarin í stóran mun myndar felagsskapin, staðfestir FSF-aðalskrivarin og heldur fram:
- At seta landsliðsvenjara er ein rímuliga samansett uppgáva, har vit skulu fyrihalda okkum til ein marknað, sum vit ikki hava dagligt innilit í. Fyri at hjálpa okkum í hesum førinum nýta vit tí eina ráðgevingarfyritøku við serkunnleika innan rekruttering, umframt at vit eisini brúka okkara altjóða netverk fyri at finna júst rætta venjaran.
Vit spurdu til endans Kristin Dam Ziska um, hvussu man annars sær uppá lutakastið og landsliðsárið hjá monnum, sum liggur fyri framman:
- At koma í bólk við 5 liðum var okkara fremsta ynski til lutakastið. Fyri nýggja venjaran verður tað ein stór avbjóðing av byrja við tveimum truplum útidystum í mars. Tá hesir báðir fyrstu dystirnir eru leiktir, sær dystarskráin tó serliga góð út restina av árinum. Umframt kappingardystirnar skulu vit leika tvær vinardystir – ein juni og ein í november. Samanumtikið enn eitt áhugavert landsliðsár, sum vit við spenningi gleða okkum til.
Sí eisini: Føroyar spæla tveir kappingardystir í mars - enda í november
Leikskráin fyri føroyska manslandsliðið í HM-undankappingini í 2025:
22. mars Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)
25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)
9. juni Føroyar – Gibraltar (kl. 19:45)
5. sept. Føroyar – Frankaríki/Kroatia (kl. 19:45)
8. sept. Gibraltar – Føroyar (kl. 19:45)
9. okt. Føroyar – Montenegro (kl. 19:45)
12. okt. Føroyar – Kekkia (kl. 17:00)
14. nov. Frankaríki/Kroatia – Føroyar (kl. 19:45)
Sum aðalskrivarin sigur, so spæla Føroyar eisini ein venjingardyst í juni og ein í november.
Dagført: 13.40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald