NSÍ hevur skrivað undir við norska miðverjan Kevin Jabilinski fyri kappingarárið 2025.
28 ára gamli norðmaðurin kemur til Føroya í januar mánað og verður sostatt við, tá liðið kemur saman í nýggja árinum.
- Norski miðverjin skal verða við til at at styrkja okkum verjupartin, samstundis sum hann kann verða við til byggja spælið upp við sínum góða spæliskili, sigur NSÍ.
Kevin Jabilinski hevur umboðað lið bæði í næstubestu og triðbestu deildunum í Norra og Svøríki. Eisini var hann eitt skifti í Føroyum, har hann spældi við 07 Vestur. Hann er skrásettur fyri 15 dystir og eitt mál fyri 07 Vestur í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald