Annað

Minst fimm ymisk støð verða nýtt til tær 14 ítróttargreinarnar

Betri Oyggjaleikir 2027 um alt landið er slagorðið hjá Oyggjaleikanevndini. Tað mesta verður í Havn/høvuðstaðarøkinum. Runavík, Klaksvík, Miðvágur og Suðuroyggin hýsa eisini ítróttargreinum.

Klaksvík er einasta staðið uttanfyri Havnina, har meira enn ein ítróttargrein verður: Flogbóltur og triatlon vera her (Mynd: Pól Sundsskarð)

Klaksvík er einasta staðið uttanfyri Havnina, har meira enn ein ítróttargrein verður: Flogbóltur og triatlon vera her (Mynd: Pól Sundsskarð)

2024-12-19 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru tvey og eitt hálvt ár til Oyggjaleikirnir verða hildnir í Føroyum, og nú er  greitt júst hvørjar tær 14 ítróttargreinarnar eru - og nærum endaliga greitt júst  hvar í landinum allar verða.

Fagnaðurin um at Føroyar høvdu fingið Oyggjaleikirnar í 2027 hevði ikki heilt lagt seg, áðrenn tað byrjaði at vera nakað av missljóði - og nærum ramaskríggj í summum førum: Tí hvar í landinum skulu ymisku ítróttargreinarnar vera?.

Øll øki vilja hava sítt, og ymisku sersambondini hava havt síni ynski. Í tíðindaskrivi í dag ásannar Oyggjaleikanevndin 27, at hóast tey fegnast um at verða komin á mál við staðsetingunum, so harmast man um, at øll ikki hava fingið júst tað, sum tey ynsktu sær: 

- Hetta hevur verið drúgt, og tað bar tíverri ikki til at ganga øllum á møti. Við hesi
staðsetingini meta vit tó, at flestu ítróttagreinarnar hava fingið bestu møguleikar og hentleikar at avgreiða sínar kappingar á Betri Oyggjaleikum, sigur
Oyggjaleikanevndin. 

Størsti parturin í høvuðsstaðarøkinum

Betri Oyggjaleikir verða í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum. Tær eru: 

Badminton, borðtennis, bogaskjóting, fimleikur, frælsur ítrótti, flogbóltur, fótbóltur judo, kurvabóltur, skjóting, súkkling, svimjing, triatlon og tennis

Onkur ivamál eru, men yvirskipað eru ítróttakappingarnar endaliga staðsettar, staðfestir Oyggjaleikanevndin seinnapartin 19. desember 2024: 

- Tá ið Betri Oyggjaleikir 2027 verða í Føroyum, verða kappingar um alt landið.
Kappast verður í badminton, borðtennis, frælsum ítrótti, judo, kurvabólti, skjóting,
súkkling, svimjing og tennis í Havn og nær við Havnina. Kappast verður í
bogaskjóting í Miðvági, í fimleiki í Runavík og í flogbólti og triatlon í Klaksvík. 

Harafturat verður nógvur fótbóltur á leikunum, og avgjørt er, at fótbóltur verður í
Suðuroy, Havn og í meginøkinum annars. Enn hevur FSF tó ikki endaliga gjørt av,
hvørjir vøllir skulu brúkast. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder