Fótbóltur

HB hevur keypt Noah leysan

22-ára gamli miðvallarin hevði eitt ár eftir av sáttmálanum við Bryne, men nú hevur Noah Mneney trý-ára sáttmála við felagið, sum leigaði hann í seinnu hálvu í ár.

17 dystir, Løgmanssteypið og eitt landsliðspláss. Tað tók eina løtu at koma í gongd, men Noah Mneney fann fótbóltsgleðina aftur í HB eftir eina torføra tíð í Noreg (Mynd: Sverri Egholm)

17 dystir, Løgmanssteypið og eitt landsliðspláss. Tað tók eina løtu at koma í gongd, men Noah Mneney fann fótbóltsgleðina aftur í HB eftir eina torføra tíð í Noreg (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-20 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Orkuríki og sterki miðvallarin spældi 17 dystir og skoraði tvey mál fyri HB í 2024, umframt eitt púra trygt brotsspark í steypafinalusigrinum á B36.

Steypagull fyrst í november og nú jólini nærkast: Sáttmála við HB fyri næstu trý árini.

[object Object]
Noah Mneney við Løgmanssteypinum og saman við fegnum og kendum HB'arunum eftir sigurin í grannafinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki alment, hvussu nógv HB hevur rindað fyri 22-ára gamla miðvallaran, sum var á A-landsliðnum í november eisini. Men á onkran hátt er Noah Mneney so sloppin úr avtalun í Noreg - har tað als ikki gjørdist nakað fótbóltsævintýr hjá undga miðvallaranum.

Noah skifti til Bryne fyri tveimum árum síðani og hevði sáttmála fyri 2025 við norska felagið, ið flutti upp í bestu deildina uttan føroyingin í heyst.

Nú er Noah Mneney ikki bundin av tí sáttmálanum longur men at HB. Ársins ungi spælari í Føroyum í 2022 kann gerast ógvuliga týðandi spælari fyri HB næstu árini.

[object Object]
Trý-ára sáttmáli og Noah kann gerast týðandi brikkur hjá Adolfo Sormani (Mynd: HB)

Hann er uppvaksin í Fuglafirði og í ÍF, men fór longu sum 15-ára gamal til Víking, har Noah Mneney av álvara menti seg. Tá hann varð ársins ungi spælari (í 2022) og fekk A-landsliðsboð á fyrsta sinni, vann Víkingur Løgmanssteypið.

Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt beint yvir 100 dystir í Betrideildini og í steypaappingini samanlagt. Noah er skrásettur fyri seks evropeiskar dystir, umframt eina rúgvu av U-landsdystum. U21-landsliðsliðskiparin fer millum annað at miðja eftir føstum A-landsliðsplássi næstu tíðina.

[object Object]Noah kom inn í 1-0 sigrinum í Armenia í síðsta mánaða, har hartarbeiðandi miðvallarin var við at verja sigurin heim (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Les eisini samrøðu við Noah Mneney um hansara støðu her:
Noah skuldi fótbóltsgleðina aftur í HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder