Víkingur Reykjavík hevur aftur skrivað íslendska fótbóltssøgu.
Í nýggju deildarskipanini í Conference League endaði Víkingur á 19. pláss. 36 lið eru við, og gevur eitt 19. pláss play-off dystir um at koma í 1/16-finalurnar.
Harvið er langur vegur enn til tað heilt fína, men tað er gott fyri eitt íslendskt lið at røkka hesum. Hetta gevur eisini heilt fitt av peningi afturat til íslendsku silvurvinnararnar.
Víkingur tryggjaði sær endaliga plássið í play-off umfarinum við javnleiki á útivølli móti LASK Linz. Liðið úr íslendska høvuðsstaðnum endaði harvið við átta stigum fyri sínar seks dystir í deildarspælinum
Mynd: Víkingur Reykjavík
Gunnar Vatnhamar var ikki við í Eysturríki í gjár. Leirvíkingurin er darvaður av skaða.
Vónin er tó, at Vatnhamar er við, tá Víkingur Reykjavík í februar skal spæla tveir dystir móti grikska stórfelagnum Panathinaikos um at koma eitt fet víðari afturat.
Lutakastið var í dag, og tað er greitt, at dystirnir verða spældir 13. februar (í Kópavági) og 20. februar (í Athen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald