Eftir drúgva bíðitíð og nógv ivamál upprann dagurin endaliga, har tað við 100 prosent vissu og endaliga gjørdist greitt: Geza David Turi fær danskan ríkisborgararætt.
Sí eisini: Geza: - Eri troyttur av at bíða og práta um passið
23-ára gamli fótbóltsspælarin við ungarsku foreldrunum hevur búð í Norðragøtu í 18 ár. Seinastu árini hevur hann søkt nakrar ferðir og bíðað. Í gjár, hósdagin 19. desember, var Geza ein av teimum á listanum yvir persónar, sum Fólkatingið hevur góðkent.
Sí eisini: 24 fingu ríkisborgarrætt í dag
Tískil var tað ein stór løta fyri "Lítla Geza", sum hevur havt eitt stórt ynski um at formliga gerast føroyingur og at umboða Føroyar í fótbólti.
- Eg kenni meg meira sum føroying enn ungara, staðfesti hann fyri blaðnum Ellivu fyrr í mánaðinum.
Passið kemur í postkassan einaferð í januar. Í mars skulu Føroyar spæla tveir HM-undankappingardystir. Tað er ikki vist enn, hvør verður venjari, men Geza David Turi er helst eitt ógvuliga gott boð uppá at vera ein av miðvallarunum í hópinum.
Sí eisini: - U21-venjaratoymið er sjálvandi ein møguleiki
Fyrstu dystirnir hjá føroyska manslandsliðnum í 2025 (HM-undankappingi):
22. mars Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)
25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)
Seinastu árini hevur Geza verið ein stórur profilur hjá Víkingi, sum í ár gjørdist føroyameistari. Ársins ungi spælari frá 2021 vantar altjóða dystir - vegna sína støðu viðvíkjandi tjóðskapi - men hann hevur 10 evropeiskar dystir fyri Víking sambært Faroesoccer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald