Annað

Fleyr vann á KÍF, sum ikki tók av, tá ið høvið beyðst

KÍF lorkaði tað burtur og spilti kjansin at hála inn á Fleyr.

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen)

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen)

2024-12-22 09:42 Author image
Innsent
placeholder

Hotel Djurhuus-deildin:
KÍF – Fleyr 1-3 (19-25, 26-24, 16-25, 23-25)

KÍF spilti sær kjansin at hála inn á Fleyr á øðrum plássi og tók ikki av, tá ið høvið beyðst; serliga í fjórða setti, har KÍF var á odda 13-4, men lorkaði tað burtur og tapti settið 25-23 og dystin 3-1.

Tó var einki sum bendi á nakran spennandi dyst, sum tað hóast alt varð, tá Fleyr fleyg framum 11-3 í fyrsta setti. KÍF kom kortini afturíaftur og bardi seg upp á 19-20, men tað var næstan sum tá kettan spælir við músina, tí næstu fimm bóltarnar vann Fleyr og settið 25-19.

Annað sett var øvugt av tí undanfarna, og hesa ferð var tað KÍF, sum gjørdi eitt skarvslop og fór framum 9-1. Greiða leiðslan svann tó so líðandi, og brádliga var Fleyr frammanfyri 23-19. Við fimm stigum á rað, ikki minst takkað verið slagstyrkini hjá Elsu Samuelsen, fótað KÍF sær aftur og fór framum 24-23, áðrenn settið varð vunnið 26-24.

Eftir at hava verið aftanfyri við sjey stigum í triðja setti, minkaði KÍF um munin til 12-15, tá ið tað aftur fór at dragna millum liðini, áðrenn Fleyr vann 25-16.

Og so vóru vit aftur í fjórða setti, sum KÍF iðrar seg um ikki at fáa meira burtur úr, tá leiðslan var so mikið stór sum 13-4, men endaði við 23-25 tapi.

Við sigrinum dró Fleyr frá aftur hinum liðunum, sum í seinastuni hava nærkast teimum á øðrumplássi.  

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

8

18

22

2

Fleyr

8

7

16

3

Mjølnir

9

2

13

4

KÍF

8

-2

11

5

TB

7

-2

10

6

Dráttur

8

-23

0

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder