placeholder
Hondbóltur

Elias og Hákun av álvara við í oddinum í Bundesliguni

Báðir hoyvíkingarnir við í týðandi útisigrum 2. jóladag og nú á javnsettum 2. plássi - Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tvey mál í gysaranum í Lemgo. Vilhelm Poulsen og teir kunnu eisini koma upp á 26 stig í kvøld.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur havt eitt heldur skaðadarvað fyrra hálvár í Kiel. Hann var inni í bakketuni í løtum í gjár, tá tað eydnaðist at vinna tættan dyst í Lemgo (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur havt eitt heldur skaðadarvað fyrra hálvár í Kiel. Hann var inni í bakketuni í løtum í gjár, tá tað eydnaðist at vinna tættan dyst í Lemgo (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-27 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar fyri EM-steðgin í størstu evropeisku hondbóltskapping fór av bakkastokki í gjár, 2. jóladag. Fleiri føroyingar eru javnan í leiki í Bundesliguni, og eru teir við í oddinum. 

Tveir 22-ára gamlir hoyvíkingar spældu á útivølli í gjár. Hákun West av Teigum og Fücshe Berlin vitjaðu Gummersbach. Í fullsettari høll vóru Mathias Gidsel og verjuparturin hjá høvuðsstaðarliðnum sterkir, og tað endaði 22-29.

Hákun spældi ein part av dystinum. Føroyingurin hjá Fücshe fekk eina skotroynd, sum hann brendi.

Tað var blandað hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Lemgo. Hann var inni fyri Domagoj Duvnjak ella Eric Johansson í løtum, og spælskiparin skoraði tvey mál men brendi eisini nøkur skot. Millum annað eitt tá fá sekund vóru eftir, og tá eingin alvering var eftir - til ber at síggja hæddarpunkt niðast.

Lemgo kundi tá javnað til 23-23, men høgri vongurin gjørdi yvirtrakk beint sum hann fór ígjøgnum. Harvið vann Kiel tætta og heldur málfátæka dystin, har Andreas Wolff og Constantin Möstl í hvør sínum máli stóðu frálíka væl.

Sigrarnir hjá føroyingafelagnum vóru ógvuliga týðandi. Við teimum hava bæði Fücshe Berlin og THW Kiel 26 stig fyri 17 dystir. Melsungen er tvey stig frammanfyri liðini hjá Hákuni West av Teigum og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu

[object Object]

Støðan í Bundesliguni

Liðini hjá Vilhelmi Poulsen og Jóhan á Plógv Hansen kunnu nærkast oddinum í kvøld, tá ávikavist Bietigheim og Leipzig eru á skránni. Hannover-Burgdorf kann koma undir liðuna á bæði Fücshe Berlin og THW Kiel. Báðir dystirnir byrja klokkan 19 - síðani fer Bundesligan í nýggjárs- og EM-frí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder