placeholder
Hondbóltur

Tíggju føroysk mál í javnleiki í Svøríki 2. jóladag

Óli Mittún javnsettur Sävehof-toppskjútti við sjey málum og Ísak Vedelsbøl skoraði tríggjar ferðir, tá Sävehof misti leiðsluna móti Karlskrona. Rói Ellefsen á Skipagøtu spælir í kvøld.

Óli Mittún heldur fram at skora nógv mál - her í landsdysti í Litava (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli Mittún heldur fram at skora nógv mál - her í landsdysti í Litava (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-12-27 15:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri føroyskir landsliðsspælarar hava ikki havt nakra serliga jólafrí. Tveir teirra vóru í eldinum í Bundesliguni í gjár og tveir í fremstu svensku deildini.

Les eisini: Elias og Hákun av álvara við í oddinum í Bundesliguni

IK Sävehof tók ímóti Karlskrona, sum liggur á 2. plássi. Liðið á 4. plássi var tó omaná fyri steðgin, og fýra mál vóru á muni undan 2. hálvleiki.

Har var útiliðið omaná, og tað var Malte Celander hjá heimaliðnum, sum javnaði til endaliga úrslitið 35-35.

Eitt mist stig staðfesti Linus Ekman, venjari hjá Sävehof, fyri heimasíðu felagsins.

Óli Mittún er sum verða man profilur hjá svensku meistarunum, og varð 19-ára gamli føroyingurin javnsettur toppskjútti hjá Sävehof í gjár við sjey málum.

Ísak Vedelsbøl venur seg meira og meira við umstøðurnar, og skoraði sterki strikuspælarin trý mál móti einum av sterkastu liðunum í deildunum.

[object Object]Ísak Vedelsbøl, í miðjuni, takkar føroysku áskoðarunum eftir sigurin á Kosovo í november. Í tí undankappingardystinum hevði 20-ára gamli strikuspælarin størri leiklut enn nakrantíð áður á A-landsliðnum, og hann mennist í hvørjum í Partille (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

IK Sävehof er á 4. plássi í Handbollsligan við 20 stigum fyri 17 umfør. Liðið hjá Óla Mittún og Ísak Vedelsbøl hevur ein dyst eftir undan langa EM-steðginum: Sunnudagin 29. desember móti grannunum úr Alingsås.

Hallby hevur 17 stig á 7. plássi. Tætt er millum liðini, og Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir skulu royna at halda sær í topp-8. Hetta gevur pláss í endaspælinum. 21-ára gamli hoyvíkingurin og hinir í Hallby taka í kvøld móti Helsingborg, sum eisini hevur 17 stig.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder