Beint fyri jól atkvøddu evropeisku londini í World Darts Federation um, hvat land skal verða vertur fyri EM í 2026.
Talan gjørdist um eitt søguligt val, tí valið fall á Føroyar, sum ongantíð hevur hýst EM áður. Eisini fyri føroyskan ítrótt verður talan um stóra og søguliga hending:
- Í tali av luttakandi londum, er EM í dart uttan iva størsta ítróttatiltak, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Og um hugt verður eftir talið av íðkarum, er tað helst eisini størsta altjóða kapping í Føroyum - um sæð verður burtur frá Oyggjaleikum.
Føroya Dartsamband upplýsir, at World Darts Federation hevur 76 limalond. Av hesum eru 45 lond í Europa. Vanliga senda umleið 40 av londunum lið til EM - tað eru tó ikki øll, sum senda lið hjá báðum kynunum. Talið av spælarum í kappingini er tí umleið 300.
Talan er eina liðkapping, har kappast verður í samanlagt fýra dagar.
- EM í dart er fyri landslið og liðini eru mannað av 4 monnum og 4 kvinnum, sum spæla dystir í 4 dagar. Liðini kappast í trimum greinum hjá hvørjum kyni, einmansleiki, tvímansleiki og liðkappining.
Tað at nýggj høll er ávegis við Tjarnir ger, at tað er gjørligt at hava so stórt tiltak. Dartsambandið samstarvar við Gist og Vist-samtakið um mat og gisting og annars við ÍSF og Visit Faroe Islands.
At EM í dart verður í Føroyum hevur eisini við sær, at aðalfundurin hjá World Darts Federation 2026 verður hildin í Føroyum og at nevndarlimir úr teimum europeisku dart-londunum eisini koma til Føroya hesar dagarnar.
- So við leikarum, venjarum og nevndarlimum kann roknast við, at millum 400 og 500 útlendskir dart-gestir koma til Føroya í sambandi við EM.
WDF Europe Cup verður í Føroyum í døgunum 29. september til 3. oktober 2026.
Sí alt skrivi hjá Dartsamband Føroya niðanfyri:
Dartsambandið: Europeisku londini í World Darts Federation atkvøddu sunnudagin um, hvør skal verða vertur fyri EM í 2026 og valið fall á Føroyar.
Í tali av luttakandi londum, er EM í dart uttan iva størsta ítróttatiltak, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Og um hugt verður eftir talið av íðkarum, er tað helst eisini størsta altjóða kapping í Føroyum, um sæð verður burtur frá Oyggjaleikum.
World Darts Federation hevur 76 limalond. Av hesum eru 45 lond í Europa, og vanliga senda umleið 40 av londunum lið til EM (tað eru tó ikki øll, sum senda lið hjá báðum kynunum). Talið av leikarum í kappingini er tí umleið 300.
EM í dart er fyri landslið og liðini eru mannað av 4 monnum og 4 kvinnum, sum spæla dystir í 4 dagar. Liðini kappast í trimum greinum hjá hvørjum kyni, einmansleiki, tvímansleiki og liðkappining.
Tað eru ikki nógvar hallir í Føroyum, ið kunnu hýsa einum so stórum tiltaki. Tí fór Dartsambandið nokk so tíðliga í tilgongdini í samstarv við Stórhøllina við Tjarnir um at hýsa kappingini.
Tað krevur sítt at veita innivist og mat til so nógvar gestir og tí hevur Dartsambandið tikið upp samstarv við Gist og Vist-samtakið um hesar uppgávurnar.
Dartsambandið hevur havt fullan stuðul frá ÍSF til at bjóða seg fram sum vertur, og sjálvt boðið, ið var sent inn til World Darts Federation, var gjørt í tøttum samstarvið við Visit Faroe Islands.
At EM í dart verður í Føroyum hevur eisini við sær, at aðalfundurin hjá World Darts Federation 2026 verður hildin í Føroyum og at nevndarlimir úr teimum europeisku dart-londunum eisini koma til Føroya hesar dagarnar. So við leikarum, venjarum og nevndarlimum kann roknast við, at millum 400 og 500 útlendskir dart-gestir koma til Føroya í sambandi við EM.
Høvi verður sjálvandi eisini hjá øllum dartáhugaðum Føroyingum at síggja dart á hægsta stigið, tá finaludagurin verður skipaður sum eitt stórt alment tiltak.
WDF Europe Cup, sum er almenna heitið á kappingini, verður í Føroyum í døgunum 29. september til 3. oktober 2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald