Fótbóltur

KÍ roynir nú argentinska marknaðin

Tríggir spælarar - ein verjuspælari, ein miðvallari og ein áleypari - hava gjørt tvey-ára sáttmála við KÍ. Royndur danskur venjari hevur verið á kanningarferð í Buenos Aires og hjálpt KÍ við at fáa hetta í lag.

25-ára gamli verjuspælarin, Gaston Nicolas Telechea, hevur royndir úr næstbestu deildini í Argentina (Mynd: ki.fo)

25-ára gamli verjuspælarin, Gaston Nicolas Telechea, hevur royndir úr næstbestu deildini í Argentina (Mynd: ki.fo)

2025-01-01 11:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani KÍ keypti Patrik Johannesen leysan frá íslendsku meistarunum Breiðablik síðst í oktober, hevur verið bíðað eftir næsta leikinum hjá liðnum, sum ætlar sær at bjóða Víking av um at vinna FM 2025.

Beint áðrenn 2024 var av komu heldur óvæntaði tíðindi úr Klaksvík. Graml hevur verið um, at KÍ skal hava ein suðuramerikanskan verjuspælara, men nú er greitt, at tað eftir ætlan skulu standa tríggir argentisnkir spælarar til reiðar við Djúpumýru í næstu viku.

25-ára gamli Gaston Nicolas Telechea er tann við flest royndum. Hann hevur spælt í næstbestu deildini í Argentina og skal styrkja verjupartin hjá KÍ, sum sær heldur tunnur út.

Tveir aðrir - ein heldur vejruendur miðvallari og ein áleypari verða lagdir afturat. Ove Christinsen hevur verið í Buenos Aires og funnið KÍ nakrar spælarar. Danski venjarin hevur drúgvar royndir í serliga Superliguni - hann heldur at argentinsku spælararnir eru ógvuliga væl fyri, og at teir fara at finna seg væl til rættis í Klaksvík.

KÍ skrivaði soleiðis á heimasíðu sínari 31. desember 2024:

Gjørdir eru tveyára sáttmálar við tríggjar argentinar. Ein verjuleikara, ein miðvallara og ein áleypara.

Eftir ætlan luttaka teir, tá venjingin hjá BetriMonnum byrjar mánadagin, 6.januar. Gaston Nicolas Telechea er 24 ár og miðverji, Martin Rodrigo Gonzalez, 21 ár og miðvallari og Tobias Fabian Guisti, 20 ár og áleypari. Við í ferðalagnum er eisini umboðmaðurin, Walter Montillo, sum er fyrrverandi leikari og hevur nakrar A-landsdystir í sínum lívsrensli.  

Til uppgávuna hevur KÍ brúkt roynda danska venjarin, Ove Christensen, sum eygleiðara og ráðgeva. Um hetta sigur Ove:

- Á kanningaferðini í høvuðsstaðnum í Argentina, Buenos Aires, havi eg í heyst sæð nógvar fótbóltsdystir og venjingar, tosað við leiðarar,  venjarar og leikarar; ikki bara í bestu argentinsku deildini, men eisini í undirliggjandi deildum.

Má siga, at eg eri sum heild sera hugtikin av argentinsku fótbóltsdygdini. Eg sá kropsliga væl vandar leikarar, við sera fínum teknikki og taktiskum skili. Harumframt skal eg siga, at teirra hugburður og atferð mótvegis liðfeløgum og mótstøðumonnum var fyrimyndarligur.

KÍ hevur nú gjørt sáttmála við tríggjar av leikarunum, sum vit hittu í Buenos Aires. Teir eru ungir, seriøsir, arbeiðssamir fýrar, sum eg haldi passa væl til hópin og felagið KÍ, tí tað er mín fatan, at júst hetta eru tær dygdir og eginleikar, sum eisini eyðkenna KÍ.

Eg eri vísur í, at tað fer at gangast væl at integrera argentinsku leikararnar bæði til venjing og uttanfyri í dagliga lívinum. Tað er ein langur teinur úr Buenos Aires til Føroyar og móðurmálið hjá spælarunum er spanskt. Uttan iva verður tað avbjóðandi fyrstu tíðina, men eg ivist ikki í, at blíðskapurin í Klaksvík eisini megnar at takla slíkar avbjóðingar.

Eg ynski KÍ góða eydnu við hesi verkætlanini og vóni at hon fer at eydnast væl, sigur Ove Christensen at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder