Fótbóltur

United-venjarin: Niðurflyting er ein møguleiki

Ruben Amorim hevur fingið ógvuliga tunga byrjan í starvinum, og Manchester United hevur ikki ligið so lágt - á 14. plássi - á nýggjárinum síðani 1989.

Ruben Amorim legði ikki beinleiðis fingrarnar ímillum eftir tapið fyri Newcastle á heimavølli fyrrakvøldið. United sá ikki út sum eitt Premier League-lið fyri steðgin; nú eru sjey stig niður til strikuna (Mynd: EPA)

Ruben Amorim legði ikki beinleiðis fingrarnar ímillum eftir tapið fyri Newcastle á heimavølli fyrrakvøldið. United sá ikki út sum eitt Premier League-lið fyri steðgin; nú eru sjey stig niður til strikuna (Mynd: EPA)

2025-01-01 17:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er ein av truplastu tíðinum í søguni hjá Manchester United, og vit noyðast at ásanna tað. Tað er ógvuliga trupult at venda tí - kanska serliga í stórum feløgum (....) so vit noyðast at viðurkenna, hvar vit líggja. Og um vit hyggja eftir Premier League, so kunnu øll vinna á øllum. So vit mugu vera hugbundnir, arbeiða hart og hugsavna okkum um at yvirliva.

Ruben Amorim legði ikki beinleiðis fingrarnar ímillum, tá hann eftir 0-2 dystin móti Newcastle beint fyri nýggjár, har avrikið í 1. hálvleiki var pínligt, varð spurdur um, hvørt hann sá lið sítt vera í niðurflytingarstríði ella ikki.

- Niðurflyting er ein møguleiki, staðfesti 39-ára gamli portugisin.

Hann hevur fingið greitt tí ringastu byrjanina hjá einum Manchester United-venjara í nýggjari tíð. Liðið tapti fimm av sjey Premier League dystum í desember, lat 18 mál inn og liggur nú á 14. plássi eftir 19 dystir.

Helmingurin av kappingini er nú farin, og Manchester United hevur ikki ligið so niðarliga á stigatalvuni á nýggjárinum í 25 ár. Sjey stig eru niður til niðurflytingarstrikuna - næsta uppgáva er á Anfield sunnudagin.

Liverpool er suverent oddalið við 45 stigum, og vinnur Arsenal ikki á Brentford í dag (nú klokkan 17.30), so hækkar møguleikin fyri meistaraheiti á Meseyside uppaftur meira. Arsenal hevur í løtuni níggju stig upp, og Nottingham Forest, ið er eitt stig frammanfyri Arsenal, er eingin hóttan í longdini. 

Arvafíggindarnir hava annað at hugsa um, og Amorim, ið tók við í november, má hugsa sítt um tað nú var rætta avgerðin at taka av stóru avbjóðingini. Lutfalsliga ungi venjarin staðfesti eftir dystin, at hann ikki fer at broyta seg og sín venjarastíl fyri at eydnast í starvinum - tí so gevur tað ikki meining at hann er í Manchester United.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder