Fótbóltur

Norskur vinstri bakkur til NSÍ úr B36

25-ára gamli Fabian Ness spældi í Føroyum í seinnu hálvu í fjør. Hetta er triði spælarin, sum NSÍ fær úr felagnum, sum kappast varð við um evropeiskt pláss í fjør.

Fabian Østigaard Ness kom til B36 á sumri í fjør. Hann spældi, sambært FaroeSoccer 13 dystir fyri árstalsfelagið - harav tveir evropeiskar dystir og eina steypafinalu. Í summar skal hann umboða NSÍ í Conference League (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fabian Østigaard Ness kom til B36 á sumri í fjør. Hann spældi, sambært FaroeSoccer 13 dystir fyri árstalsfelagið - harav tveir evropeiskar dystir og eina steypafinalu. Í summar skal hann umboða NSÍ í Conference League (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-02 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

25 ára gamli Fabian Østigaard Ness kom til B36 á sumri í fjør. Hann spældi, sambært FaroeSoccer 13 dystir fyri árstalsfelagið - harav tveir evropeiskar dystir og eina steypafinalu.

Nú er greitt, at Ness framhaldandi fer at spæla hinumegin Eysturoyartunnilin. Á ársins fyrsta degi kvøld skrivaði norski vinstri bakkurin undir eitt-árasáttmála við NSÍ.

Fabian hevur sín fótbóltsuppvøkstur í Noregi, har hann hevur spælt við liðum sum Start, Grorud, Stømmen og SF Grei í næstbestu og triðbestu norsku deildini. Fabian hevur røkt plássið sum vinstri bakkur og kemur sostatt til felagið í Runavík fyri at styrkja um hetta plássið.

[object Object]Fabian Ness í sínari tíð í Start - í næstbestu norsku deildini

[object Object]Her í steypafinaluni sum B36 tapti eftir brotssparkskapping. Tað avgjørdi endaliga, at tað var NSÍ, sum skal spæla í Conference League í 2025 og ikki B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

NSÍ lýsir sín nýggja spælara á hendan hátt:

- Fabian hevur sínar styrkir bæði í tí defensiva spælinum, men samstundis ikki smæðin fyri at koma framvið og luttaka í tí offensiva spælinum.

Hann kemur til Føroyar í vikuni og verður at síggja á vøllinum við Løkin í næstu viku, tá allir møta inn aftur til venjin, skrivar NSÍ.

NSÍ skrivaði fyrr í vetur undir sáttmála við ein annan bakk, sum kom úr B36: Liðformannin og landsliðsspælaran Jann Benjaminsen. Michal Przybylski er eisini komin úr B36 og aftur til NSÍ. Kevin Jablinski skal, eins og Jann og Fabian, styrkja um verjupartin við Løkin.

Sí eisini: NSÍ keypir norskan miðverja

NSÍ skal spæla evropeiskan fótbólt aftur í 2025 orsakað av 4. plássinum. Liðið hjá Jens Wedeborg endaði frammanfyri B36, sum eisini tapti steypafinaluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder