Tað er beint undir ein mánaði síðani, at føroyska EM-luttøkan kom at enda. Síðani hava útisetarnir havt eitt sindur av frí men eisini fyrireika seg til, at kappingin í Danmark byrjar aftur.
Kvindeligaen byrjar longu aftur í kvøld, tá 10. umfar er á skránni. Tær sjey føroysku skulu í gongd aftur.
Bæði Rakul Wardum og Maria Pálsdóttir Nólsoy - síðstnevnda nú uttan landsliðsvenjaran Claus Mogensen í Horsens - hava týðandi botndystir á útivølli.
Súna Krossteig Hansen og Skanderborg hava ógvuliga trupla uppgávu í Ikast. Dysturin hjá Janu Mittún og Viborg móti NFH, ið helst verður tættur, verður vístur beinleiðis á TV2 Sport og TV2 Play.
Í Aalborg spæla tríggjar á føroyska landsliðnum í sama dysti: Annika Fríðheim Petersen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen taka ímóti sínum landsliðsliðsliðskipara, Pernille Brandenborg.
'
Lív Sveinnbjørnsdóttir Poulsen (EH Aalborg) og Súna Krossteig Hansen (Skanderborg) hvør sínumegin aftanfyri Turið Arge Samuelsen - hetta beint eftir javnleikin móti Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)
Pernille Brandenborg hevði eitt frálíkt EM-endaspæl. Hon er tann av føroysku spælarunu í Danmark, ið liggur best fyri við sínum liði (Mynd: Sverri Egholm)
Sjey á føroyska landsliðnum spæla í fremstu røð í Danmark - allar skulu í eldin í kvøld, 2. januar:
17.30: Ikast - Skanderborg (Súna Krossteig Hansen)
18.00: Bjerringbro - Horsens (Maria Pálsdóttir Nólsoy)
18.00: EH Aalborg (Annika Fríðheim Petersen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen) -København (Pernille Brandenborg)
18.00: Aarhus - Ringkøbing (Rakul Wardum)
19.00: Viborg (Jana Mittún) - NFH (TV2 Sport/TV2 Play)
Støðan í Kvindeligaen sæst HER
Annika Fríðheim Petersen, ið hevði høgt bjargingarprosent í EM-bólkaspælinum, skal aftur í eldin fyri uppflytararnir úr Aalborg (Mynd: Sverri Egholm)
17 umfør skulu spælast fram til landsliðssteðgin fyrst í apríl. Eftir tann steðgin, tá Føroyar skulu spæla um HM-pláss, verður endaspæl. Topp-8 fer fyri seg, meðan hini seks skulu spæla um at sleppa undan niðurflyting. Eitt lið fer beinleiðis niður í næstbestu deildina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald