Fótbóltur

KÍ styrkir seg við norskum verjuleikara

24 ára gamli Robert B.C. Williams kemur til Klaksvíkar úr næstbestu norsku deildini.

2025-01-06 16:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ hevur skrivað undir við norskan verjuleikara.

Robert B.C. Williams, sum kemur frá Egersund IK í Obos-ligaðini, hevur gjørt tvey ára sáttmála við KÍ.

- Vit fegnast um at Robert verður partur av besta mansliðnum. Hóast bert skjótt 25 ára gamal, hevur hann drúgvar royndir á høgum støði. Vit fáa ein kvikan álopsinnaðan vongbak, sum eisini er frálíkur í verjustøðu ein-ímóti-einum. Vit venjarar vóna og vænta, at hann kann mennast enn meir í okkara fótbóltsumhvørvi, sigur Magnus Powell, høvuðsvenjari hjá KÍ.

Nýggi vinstri bakkurin kemur eftir ætlan mikudagin og verður við í venjingunum seinni í vikuni, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Robert B.C. Williams sjálvur sær millum annað fram at royna seg á altjóða støði.

- Mítt val fall á KÍ, sum eg veit er eitt gott og spennandi felag. Eg havi hoyrt, at KÍ er ein søguliga væl virkandi felagskapur við frálíkum umstøðum at at menna fótbóltsevnini til enn hægri stig. Avbjóðing bæði at luttaka í landskappingini og á altjóða støði síggi eg við spenningi fram til, sigur Robert B.C. Williams við ki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder