Tríggjar heilt stórar finalur og eitt heimsmeistaraheiti, umframt Nations League-gull í 2021.
Hetta er millum tað, sum stendur eftir, eftir Didier Deschamps. Hann tók yvir sum franskur landsliðsvenjari í 2012. Í 2016 tapti Frakland EM-finaluna fyri Portugal á heimavølli, men tvey ár seinni vunnu "Les Blues" heimsmeistaraheitið.
Við 4-2 sigrinum á Kroatia í finaluni í Moskva, gjørdist Didier Deschamps tann bert triði persónurin, sum vann HM sum bæði spælari og venjari. Í 1998 var lágvaksni men harði miðvallarovastin liðformaður, tá Frakland á heimavølli vann sítt fyrsta heimsmeistaraheitið.
Deschamps og lið hansara kundi vunnið aðru ferð á rað 2022, men Argentina og Messi vunnu eftir brotsparkskapping í ótrúligu finaluni í í Katar.
Nú er greitt, at HM-endaspælið, sum Frakland helst fer at spæla seg til, verður tað seinasta hjá 56-ára gamla venjaranum.
Hesum boðaði franska fótbóltssambandið (FFF) Reuters frá í gjár, týsdagin. Didier Deschamps ynskir ikki at leingja sáttmálan, sum gongur út næsta summar. Tá fer hann at hava verið í starvinum í 14 ár.
Zinrdine Zidane, sum vann HM saman við Deschamps í 1998, er favorittur at taka yvir.
Frakland fer møguliga at enda í sama HM-undanbólki sum Føroyar. Til tess er neyðugt, at Frakland tapir sína Nations League-fjórðingsfinalu móti Kroatia í mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald