Hondbóltur

Í kvøld byrjar HM-endaspælið

Danmark byrjar sína verju av heitinum móti Algeria í Herning klokkan 19.30 - áðrenn tað spæla Italia og Tunesia í somu høll. Í Kroatia skal Frakland millum annað spæla.

Rasmus Lauge og Danmark eru trýfaldir heimsmeistarar umframt olympiskir meistarar og standa aftur í leiklutinum sum favorittar til eitt gullheiðursmerki. Fronsku evropameistararnir eru helst fyrsti avbvjóðari - bæði Danmark og Frakland spæla á fyrsta degi í endaspælinum (Mynd: EPA)

Rasmus Lauge og Danmark eru trýfaldir heimsmeistarar umframt olympiskir meistarar og standa aftur í leiklutinum sum favorittar til eitt gullheiðursmerki. Fronsku evropameistararnir eru helst fyrsti avbvjóðari - bæði Danmark og Frakland spæla á fyrsta degi í endaspælinum (Mynd: EPA)

2025-01-14 14:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu nakrantíð verður HM-endaspælið hjá monnum hildið í trimum londum, og fyri fyrstu ferð nakrantíð kunnu føroyingar veruliga iðra seg um at ikki vera við.

Føroyar spældu tveir play-off dystir í mai; lutakastið var gott, sigurin í fyrra dystinum (á Hálsi) var á 7 mál, men í Skopje vann Norðurmakedónia 34-26. Harvið vóru føroyingar júst ov stuttir at røkka einum endaspæli annað árið á rað.

Í 2021 vunnu Føroyar á Italia í tøttum dysti á Hálsi. Hetta var eisini HM-undankapping. Í dag eru tað italiumenn, sum seta hol á hetta endaspælið við dysti móti Tunesia í Jyske Bank Boxen í Herning. Hetta er fyrsta endaspælið hjá Italia, sum er í gongd við stóra menning, síðani í 1990'unum.

[object Object]
Pauli Mittún í gjøgnumbroti í týðandi dystinum móti Italia í fyrsta parti av undankappingini til HM 2023. Føroyar vunnu við einum máli á Italia á Hálsi hendan januardagin fyri tveimum árum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tað gjørdist ein ov tung uppgáva hjá føroyingunum í Skopje í mai (Mynd: Sverri Egholm)

Klokkan 19.30 føroyska tíð verður meira larmur í Herning, tá Danmark tekur ímóti Algeria.

Í 2019 vann Danmark sítt fyrsta HM á manssíðuni við sannførandi hondbólti á heimavølli - og í hálvfinalu móti Fraklandi í Hamborg. Hetta var fyrsta HM-endaspælið hjá Nikolaj Jacobsen sum venjari, og hann hevur framvegis ikki tapt ein slíkan dyst enn.

Trýfaldu heimsmeistararnir og olympisku meistararnir fara at hava heimavøll í bólkaspælinum og meginumfarinum. Teir eru favorittar - rímiliga stórir favorittar eisini - til at enda við gullinum. Mikkel Hansen og Niklas Landin eru ikki longur við, men ættarliðsskiftið hevur eydnast heilt væl, og allir í hópinum hava høga góðsku.

[object Object]
Spurningurin er, um enn eitt heimsmeistaraheiti bíðari Nikolaj Jacobsen og liði hansara (Mynd: Sverri Egholm)

Hvør bólkur telur fýra lið, og trý lið koma víðari úr hvørjum bólki. Tað eigur harvið ikki at verða nakar trupulleiki hjá øllum norðanlondunum  at koma víðari. Ísland,  Svøríki og Noreg eru eisini við, og er Noreg eitt av vertslondunum

Fýra dystir eru á fyrsta leikdegnum. Tað verður annars í meginumfarinum, at endaspælið í stóran mun veruliga byrjar.

HM 2025 - dystirnir á fyrsta leikdegi, týsdagin 14.01

Bólkur B (Danmark): 
16.30: Italia - Tunesia (TV2/TV2 Play)
19.30: Danmark - Algeria (DR1/DRTV)

Bólkur C (Kroatia):
17.00: Frakland - Katar (DR2/DRTV)
19.30: Eysturríki - Kuwait (TV2/TV2 Play)

Hinir bólkarnir: 

Bólkur A (Herning) - byrjar mikudagin 15.01
Týskland
Pólland
Kekkia 
Sveis

Bólkur D (Kroatia) - byrjar mikudagin 15.01
Ungarn
Norðurmakedónia
Niðurlond 
Guinea

Bólkur E (Noreg) - byrjar mikudagin 15.01
Noreg (Vertsland - finalan spæld har)
Brasil
Portugal
USA

Bólkur H (Kroatia) - byrjar mikudagin 15.01
Egyptaland
Argentina
Kroatia (Vertsland)
Bahrain

Bólkur F (Noreg) - byrjar hósdagin 16.01
Spania
Svøríki
Japan
Kili

Bólkur G (Kroatia) - byrjar hósdagin 16.01
Slovenia 
Ísland
Kuba 
Kap Verde

Øll dystarskráin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder