Hondbóltur

Video: Brotini frá søguliga kvøldinum í Berlin

Eitt ár er liðið, síðani Føroyar stríddu seg til fyrsta EM-stigð - hetta móti Noreg sum var á odda við trimum málum, tá ein minuttir og 37 sekund vóru eftir. Sí eisini nógvar myndir frá serstaka dystinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-01-14 22:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðin á hallarurinum í stóru Mercedes Benz Arena vísti 58.23, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu skuldi taka brotskast. Tá bendi lítið og einki á, at Føroyar skuldu fáa stig í Berlin - hóast lítla undirtippaða landið hevði fylgt við norsku risafavorittunum so at siga allan vegin.

Tað var 26-23, men nú høvdu Føroyar brotskast, og Noreg hevði júst fingið útvísing. Harvið gyltur møguleiki at minka til minus tvey og føroyingar í yvirtali restina av dystinum.

Elias var ísakaldur. Og tað var nummar 71 so sanniliga eisini sutta løtu seinni, tá hann kundi javna og tryggja Føroyum eitt søguligt og ómetaliga flott stig. Millum hesi bortkastini hendi eitt sindur. Sí tað mesta av tí í videobrotinum beint niðanfyri.

Øll hæddarpunktini hjá EHF frá dystinum eru ovast og á youtube 

 

Kringvarpið sendi í gjárkvøldið, júst eitt ár eftir søguliga EM-dystin, heimildarfilmin Bragdið í Berlin.

HER ber til at síggja allar okkara myndir frá minniliga januarkvøldinum í fjør, har nógvar kenslur vóru uppá spæl í týska høvuðsstaðnum og frammanfyri skíggjum ymsastaðni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder