Annað

Ægir er nú 50 ár

Svimjifelagið í Klaksvík varð stovnað 12. januar 1975. Stórt hátíðarhald verður eftir ætlan seinni í ár, men rundi dagurin varð á ein hátt hildin sunnudagin - millum annað við pitsa frá borgarstjóranum.

Karl Johansen, borgarstjóri, og John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri, vóru og heilsaðu uppá nevnd, venjarar og svimjarar (Mynd: klaksvik.fo)

Karl Johansen, borgarstjóri, og John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri, vóru og heilsaðu uppá nevnd, venjarar og svimjarar (Mynd: klaksvik.fo)

2025-01-14 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 12 januar 2025 hátíðarhelt Svimjifelagið Ægir sín 50 ára stovningardag. Føðingardagurin verður eftir ætlan hildin seinni í ár, skrivar klaksvik.fo

Tað varð tó markað sunnudagin, at stolta svimjifelagið í býnum hevði stóran og rundan dag.

Klaksvíkar kommuna skrivar, at Karl Johansen, borgarstjóri, og John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri, vóru og heilsaðu uppá formannin í felagnum, John D. Olsen, og høvðusvenjaran, Petur Heðin á Fløtti, umframt bæði yngri og eldri íðkarar. 

- Klaksvíkar kommuna hevði keypt teimum yngru børnum okkurt leskiligt, meðan íðkarar úr úrvalsliðnum fingið pitsa frá borgarstjóranum seinni um kvøldið.

[object Object][object Object][object Object][object Object][object Object]

Tað var tann 12. januar 1975, at  stovnandi aðalfundur hjá Ægir. Fundurin var í gomlu fimleikarahøllini, har umleið 150 fólk vóru samankomin.

- Poul Nolsøe beyð vælkomin og greiddi frá, hvat fyrireikingarnevndin hevði arbeitt við. Nógv uppskot um nøvn vóru, men til endans var semja um, at felagið skuldi eita Ægir. Soleiðis byrjar fyrsta gerðabókin hjá Ægir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder