Fótbóltur

Haaland í City til 2034

Norðmaðurin hevur gjørt sáttmála við Manchester City sum er galdandi til 2034. 24 ára gamli Erling Haaland fær sambært Sky News 400.000 krónur evrur um vikuna.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-01-17 15:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Erling Braut Haaland hevur skrivað undir ein heldur serligan sáttmála við Manchester City, sum bindir norðmannin til enska felagið í níggju og eitt hálvt ár.

Ítróttarmiðilin The Athletic var fyrst at skriva um sáttmálan, og síðan hevur felagið váttað hetta.

- Eg eri glaður fyri sáttmálan og gleði meg til at brúka enn meira tíð í hesum fantastiska felagnum, sigur Erling Braut Haaland við heimasíðuna hjá Manchester City.

[object Object](Mynd: Manchester City)

Erling Haaland er í dag 24 ára gamal. Tá nýggi sáttmálin endar, verður hann 34 ár.

Síðan Erling Haaland kom úr Borussia Dortmund til Manchester City í 2022, hevur hann skotið 111 mál í 126 dystum fyri felagð.

Sky Sports skrivar, at lønin hjá Haaland í nýggja sáttmálanum liggur um 400.000 evrur um vikuna, altso knappar tríggjar milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder