Fótbóltur

Instruktørarnir fingið íblástur úr Brasil

29 venjarar, ið hava ein leiklut í venjaraútbúgvingini hjá FSF, vóru savnaðir um vikuskiftið.

Skeiðshaldari hesaferð var brasiliumaðurin, Giovani Fernandes, sum í sínum arbeiði fyri FIFA fæst við menning av undirvísarum á venjaraútbúgvingini (Mynd: fsf.fo)

Skeiðshaldari hesaferð var brasiliumaðurin, Giovani Fernandes, sum í sínum arbeiði fyri FIFA fæst við menning av undirvísarum á venjaraútbúgvingini (Mynd: fsf.fo)

2025-01-21 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltssamband Føroya: 29 instruktørar tóku lut, tá Fótbóltssamband Føroya um vikuskiftið skipaði fyri árliga instruktørskeiðnum. Skeiðshaldari hesaferð var brasiliumaðurin, Giovani Fernandes, sum í sínum arbeiði fyri FIFA fæst við menning av undirvísarum á venjaraútbúgvingini.

– Vit hava eitt sera gott toymi av venjarum, ið eru partur av undirvísingini og vegleiðingini tá venjaraskeið eru á skránni. Hesi hava eisini brúk fyri nýggjum íblastri, og sum heild eydnaðist skeiðið um vikuskiftið væl, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Umframt ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, sum í ár verður fríggjadagin 28. februar og leygardagin 1. mars, skipar FSF fyribils fyri sjey venjaraskeiðum í 2025, og tað er ikki óhugsandi at fleiri skeið verða ásett sum árið líður.

Yvirlit yvir venjaraskeið í 2025/2026 sæst HER.

[object Object][object Object][object Object][object Object]

[object Object][object Object][object Object][object Object][object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder