Hondbóltur

Nú byrjar meginumfarið

Seks dystir í dag og seks dystir í morgin, nú stórur spenningur fer at koma í HM-endaspælið. Danmark og Týskland spæla í endurtøku av OL-finaluni klokkan 19.30.

Mathias Gidsel og liðfelagirnir skulu í kvøld stríðast móti Týsklandi. Vinnarin tryggjar sær so gott sum pláss í fjórðingsfinaluni (Mynd: EPA)

Mathias Gidsel og liðfelagirnir skulu í kvøld stríðast móti Týsklandi. Vinnarin tryggjar sær so gott sum pláss í fjórðingsfinaluni (Mynd: EPA)

2025-01-21 14:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meginumfarið í EM byrjar í dag. Seks dystir eru - tríggir í bólki 1 og tríggir í bólki tvey. 

Stórdysturin er í Jyske Bank Boxen í Herning, har trýfaldu heimsmeistararnir bresta saman við Týsklandi. Bæði liðini hava fýra stig við sær til meginumfari og spæla fyri at so at siga tryggja sær fjórðingsfinalupláss.

Í morgin eru eisini seks dystir. Harav ein lagnudystir hjá norsku vertunum móti  Spania.

Bólkarnir síggjast niðanfyri við stigum, sum liðini hava við sær víðari:

Bólkur I
Danmark 4 stig
Týskland 4 stig
Italia 2 stig
Sveis 1 stig
Kekkia 1 stig
Tunesia 0 stig

Í dag, týsdagin 21. januar:
14.30: Sveis - Tunesia
17.00: Kekkia - Italia
19.30: Danmark - Týskland

Bólkur II
Frakland 4 stig
Ungarn 3 stig
Niðurlond 2 stig
Eysturríki 2 stig
Norðurmakedónia 1 stig
Katar 0 stig

Í dag, týsdagin 21. januar:
14.30: Eysturríki - Norðurmakedónia
17.00: Katar - Niðurlond
20.00: Ungarn - Frakland

Bólkur III
Portugal 4 stig
Svøríki 3 stig
Spania 3 stig
Brasil 2 stig
Noreg 0 stig
Kili 0 stig

Bólkur IV
Egyptaland 4 stig
Ísland 4 stig
Kroatia 2 stig
Slovenia 2 stig
Kap Verde 0 stig
Argentina 0 stig

Trý umfør eru, har liðini spæla móti teimum, ið tey ikki longu hava spælt ímóti.
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki til fjórðingsfinalurnar

Øll dystarskráin sæst HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder