- Tað verða Gunnar Nielsen og Tróndur Jensen, sum fara at hava ábyrgdina av okkara U17-dreingjum í ár. Báðir hava drúgvar royndir á vøllinum, og nú standa teir fyri fyrstu ferð á síðulinjuni og dirigera.
Hetta skrivar HB á heimasíðu sínari, nú tveir av monnunum, sum eru uppvaksnir í felagnum, eru farnir í gongd at venja liðið.
Gunnar Nielsen hevur ikki spælt fótbólt tvey tey seinastu árini. Nú 38-ára gamli Gunnar Nielsen fór úr HB og úr Føroyum sum heilt ungur og var í eini tjúgu ár yrkisspælari uttanlands, eins og fyrsti málverji á landsliðnum leingi.
Til venjing á Tórsvølli (Myndir: RS Media/hb.fo)
Tróndur Jensen var í fleiri ár ein av stuðulspælarum og vann nógv steyp við barndómsfelagnum. Tað seinasta kom í hansara seinasta dysti fyri besta liðið: Í steypafinaluni í 2023 móti B68. Tekniskt sterki miðvallarin var nógv darvaður av skaðum seinastu árini men spældi millum annað nakrar landsdystir.
Nú eru Tróndur og Gunnar farnir undir nýggjar uppgávur í fótbóltsheiminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald