Fótbóltur

Jens Erik Bruhn heldur fram í EB/Streymi

Var uppá tal at hann skuldi aftur til TB, men kviki 22-ára gamli spælarin úr Trongisvági hevur skrivað undir sáttmála við EB/Streym fyri 2025.

Hann spældi 28 og skoraði fýra mál fyri EB/Streym í fjør og hevur yvir 100 dystir í Betrideildini, sambært FaroeSoccer (Savnsmynd: EB/Streymur)

Hann spældi 28 og skoraði fýra mál fyri EB/Streym í fjør og hevur yvir 100 dystir í Betrideildini, sambært FaroeSoccer (Savnsmynd: EB/Streymur)

2025-01-22 13:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir niðurflytingina hjá TB varð hann leigaður til EB/Streym, og har hevði Jens Erik Bruhn sum heild eitt gott kappingarár í 2024.

Hann spældi 28 og skoraði fýra mál fyri EB/Streym í fjør, sambært FaroeSoccer.

Nú er endaliga greitt, at hann heldur fram í felagnum. Hetta hevur Portalurin fingið váttað.

TB vildi annars gjarna hava Jens Erik aftur í hvítt og svart, men nú hevur 22-ára gamli maðurin við royndum frá U21-landsliðnum skrivað undir sáttmála fyri 2025 við EB/Streym.

[object Object]

Sum skilst spældu arbeiðsviðurskifti inn - tað at spælarin hevur arbeiði norðanfjørðs.

Tað er ein møguleiki fyri, at Jens Erik Bruhn fer av landinum í summar, men í fyrru hálvu fær EB/Streymur í øllum førum ein týðandi brikk við.

Trongisvágsmaðurin er orkuríkur og ágrýtin, hevur nógva ferð, og kann spæla bæði á bakkinum og á vonginum. Samanlagt hevur Jens Erik spælt 126 dystir í Betrideildini og í kappingingini um Løgmanssteypið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder