Í gjár spældu tólv lið sínar fyrstu dystir í HM-meginumfarinum. Í kvøld skulu hini tólv liðini í umfarinum í eldin.
Sí eisini: Danir í stórum stíli
Lagt er upp til nakrar ógvuliga spennandi dystir fyri serliga norðurlendsku londini.
Ísland hevur fult stigatal við víðari, og einki lið hevur latið færri mál inn í endaspælinum. Egyptaland verður tó avgjørt ein stór avbjóðing - vinnarin í Zagreb í kvøld er ógvuliga nær við at hava eitt tryggjað pláss í fjórðingsfinaluni.
Svøríki misti á stokkinum móti Spania í seinasta dystinum í bólkaspælinum, men støðan er tó góð undan dystinum móti spennandi portugisiska liðnum - talan verður um ein lykladyst í stríðnum um fjórðingsfinaluna.
Noreg hevur, í mun til Svøríki og Íslandi, als ikki ráð at seta nakað stig til. Heimaliðið tapti fyri bæði Brasil og Portugal í bólkaspælinum og hevur harvið einki stig við sær. Ein sigur er eitt krav móti snildu spaniólunum í Oslo-økinum í kvøld. Spælarar og serliga venjarin Jonas Wille eru undir trýsti. Higartil hevur Noreg ikki megna at staðið fyri trýstinum.
Jonas Wille hevur verið fyri hørðum atfinningum í norsku miðlunum - sum hann ynskir at spælarar sínar ikki lesa undir endaspælinum. Spurnartekin verða sett við hansara evni at leiða liðið (Mynd: EPA)
Fyrsta av trimum umførum í meginumfarinum:
Bólkur III
Portugal 4 stig
Svøríki 3 stig
Spania 3 stig
Brasil 2 stig
Noreg 0 stig
Kili 0 stig
Í dag, mikudagin 22. januar
14.30: Brasil - Kili
17.00: Svøríki - Portugal
19.30: Noreg - Spania
Bólkur IV
Egyptaland 4 stig
Ísland 4 stig
Kroatia 2 stig
Slovenia 2 stig
Kap Verde 0 stig
Argentina 0 stig
Í dag, mikudagin 22. januar
14.30: Slovenia - Argentina
17.00: Kap Verde - Kroatia
19.30: Egyptaland - Ísland
Trý umfør eru, har liðini spæla móti teimum, ið tey ikki longu hava spælt ímóti í endaspælinum.
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki til fjórðingsfinalurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald