Sonevndu Conference Championship-dystirnir í heimsins bestu deild innan amerikanskan fótbólt vórðu spældir í gjár, sunnudagin 26. januar.
Talan er um hálvfinalurnar í NFL-endaspælinum. Tað endar við Super Bowl, og nummar 59 (LIX) í hesari røðini er á skránni sunnukvøldið 9. februar í New Orleans.
AFC Championship: Kansas City Chiefs - Buffalo Bills 32-29
Einki lið hevur í Super Bowl-tíðini vunnið tríggjar Super Bowl á rað. Eftir hálvfinalurnar er greitt, at Kansas City Chiefs hevur møguleika at megna hetta. Liðið hjá Andy Reid spældi seg við 32-29 sigrinum á Buffalo Bills seg í sína fimtu Super Bowl uppá seks ár.
Hetta var sjeynda AFC Championship á rað hjá Chiefs, sum við Reid sum venjara og Patrick Mahomes sum quarterbakki er vorið eitt stórveldi. Dysturin móti Josh Allen og Bills var ógvuliga tættur og spennandi allan vegin.
Støðan var 29-29, tá tríggir og ein hálvur minuttir vóru eftir, og trúgvi "kickarin" hjá heimaliðnum, Harrison Butker fekk møguleikan. Hann var tryggur, og tað endaði eisini 32-29. Verjan hjá Chiefs stóð ímóti Allen og liðnum úr Buffalo, sum so ofta seinastu árini hevur verið ov stutt í endaspølum.
NFC Championship: Philadelphia Eagles - Washington Commanders 55-23
Eins og fyri tveimum árum síðani, skulu Kansas City Chiefs og Philadelphia Eagles hittast í stóru finaluni. Eagles setti met fyri stig í einum Championship-dysti (hálvfinalu) við at skora 55 stig í stórsigrinum móti Washington Commanders.
Saquon Barkley og Jalen Hurts runnu útiliðið, sum gjørdu heldur nógv mistøk, niður, og so var stórur fagnaður í Philadelphia, har tað endaði 55-23.
Liðini hava frí næsta vikuskifti og fyrireika seg annars til stóru finaluna, sum nógvar milliónir kring heimin fara at hyggja eftir.
Super Bowl LIX: Sunnukvøldið 09.02/ mánadagin 10.02 í New Orleans
Chiefs - Eagles
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald