Fótbóltur

HB gjørt sáttmála við lettiskan miðverja

24-ára gamli Klavs Kremens hevur spælt samanlagt 126 dystir í bestu deildunum í Litava og Lettlandi. HB skal helst eisini hava ein útlendskan málverja.

Kremens verður í stóran mun eitt slag av avloysara fyri Samuel Chukwudi (Mynd: HB / RS Media)

Kremens verður í stóran mun eitt slag av avloysara fyri Samuel Chukwudi (Mynd: HB / RS Media)

2025-01-27 16:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB hevur síðstu vikurnar mist millum annað Teit Matras Gestsson (givin) Áka Samuelsen (seldur til Noregs) og Samuel Johansen Ckuwudi.

Síðstnevndi er seldur til lið í bestu finsku deildina. Nú hevur HB fingið eitt slag av alvoysara til miðverjuplássið.

Hann kemur úr fremstu deildini í heimlandinum Lettlandi. 24-ára gamli Klavs Kramens spældi eisini við Sudava í bestu deildini í Litava fyri kortum og hevur samanlagt 126 dystir í bestu deildunum í Litava og Lettlandi.

Hetta eru deildir, sum í miðal eru nakað omanfyri Betrideildini; har fleiri yrkisfeløg eru, og størri peningaupphæddir eru í spæl.

Í fjør sló Víkingur Liepaja úr Lettlandi út úr Conference League, meðan B36 fór úr kappingini eftir tap fyri FK Auda, sum eisini er lettiskt felag.

[object Object](Mynd: HB / RS Media)

Kremens hevur áður verið úttikin til U21-landsliðið hjá Lettlandi. Hann er 192 sentimetrar høgur. 

Spælarin kom til Føroyar í dag, og seinnapartin er alt komið uppá pláss millum HB og Klavs Kramens.

HB hevur í vetur fingið fatur á Áka Johannesen úr B68, og við hesum nýggja útlendska verjuspælaranum burdi verjuketan sjálv verið uppá pláss.

Eftir at Teitur Gestsson takkaði fyri seg fríggjadagin, er greitt at HB skal hava nýggjan málverja. Hetta hevur arbeitt verið við og sum skilst er ikki langt frá, at ein nýggjur er uppá pláss. Søgur ganga um, at málverjin, eins og nýggi miðverjin, er úr úr Lettlandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder