Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin skiftir til norska oddaliðið

Pernille Brandenborg skal helst spæla Champions League næsta kappingarár. Venjarin hjá Storhamar skýrir hetta eina "supersignering".

Pernille skoraði tíggju mál í EM-dystinum móti Danmark - nakað sum Storhamar eisini dregur fram í dagsins kunngerð. 27-ára gamli strikuspælarin hevur altíð spælt í Danmark men flytir eftir summarsteðgin til Noreg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille skoraði tíggju mál í EM-dystinum móti Danmark - nakað sum Storhamar eisini dregur fram í dagsins kunngerð. 27-ára gamli strikuspælarin hevur altíð spælt í Danmark men flytir eftir summarsteðgin til Noreg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-30 11:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon er fødd og uppvaksin í Danmark og hevur altíð spælt hondbólt. Sum vaksnamannaspælari hevur Pernille Brandenborg tikið fetið frá Gudme HK í triðbestu deildini til Vendsyssel, sum flestu árini hjá henni spældi í næstbestu deildini men eisini flutti upp við Penille á liðnum, síðani víðari til Randers HK og eitt og eitt hálvt ár seinni til København Håndbold.

Har hevur føroyski landsliðsspælarin nú spælt í nøkur kappingarár. Talan er um regluliga spælitíð hjá einum liði, sum er í ovaru hálvu av Kvindeligaen. Men nú syngur tíðin í København Håndbold á síðsta vers, tí ein annar spennandi møguleiki er komin.

- Mín tíð í København Håndbold hevur verið ein ótrúlig ferð, har er havi ment meg sum spælari og menniskja. Tað er torført at siga farvæl, men eg havi eitt sterkt ynski um at royna meg í evropeiskum hondbólti, og havi eg fingið eitt tilboð, sum eg ikki kundi siga nei til.

Soleiðis sigur Pernille Brandenborg við kbhbold.dk. har Louise Svalastog, stjóri í felagnum iðrar seg men samstundis fegnast spælarans vegna.

Strikuspælarin til Storhamar at royna seg

Innan evropeisku kappingarnar, sum Pernille ynskir at spæla í, er Champions League tann størsta. Har er Storhamar í løtuni eitt av teimum 16 liðunum, sum er við í bólkaspælinum.

Liðið úr Hamar í norska "Innlandet" er endað á 2. plássi í fremstu norsku deildini seinastu seks árini. Vipers Kristiansand hevur sitið á tí, men nú er stórfelagið farið á heysin. Harvið liggur Storhamar á odda í Rema 1000-deildini eftir tólv umfør og skal eftir øllum at døma spæla í Champions League aftur eftir summarsteðgin.

Harvið er talan um eitt ógvuliga spennandi nýtt felag hjá Pernille Brandenborg, og venjarin hjá Storhamar stórfegnast um stirkuspælarin, sum skjótt flytir til Noregs, og heldur hann tað vera heldur óvæntað at hava fingið slíkan spælara:

– Dette vil jeg kalle en supersignering for oss.  Her får vi en spiller med meget solide lederegenskaper – og ikke minst ekstremt gode verdier. Hun holder et meget bra internasjonalt nivå selvfølgelig. Personlig er jeg veldig overasket og stolt over at vi klart å få til en overgang. Pernille har alle forutsetninger til å ta store steg i alle spillets faser. Hun har den sulten som skal til for å flytte seg mange hakk. Her får en linjespiller som har stort potensial i alle spillets faser. Det hjelper jo også at det er en spiller med høyde og gode forutsetninger til å forbedre fysikken, sier Storhamar-trener Kenneth Gabrielsen etter at overgangen til Brandenborg er i boks

Á storhamar.topphandball.no verður serliga avrikið móti Danmark í EM-endaspælinum, har Pernille gjørdist toppskjútt við 10 málum, nevnt. Harvið er eingin ivi um, at endaspælshondbóltur við Føroyum hevur verið ógvuliga gott høvi at vísa seg fram

[object Object]
Pernille fegnast saman við liðfeløgunum eftir góða verjustøðu móti Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille er lyklaspælari í álopi og verju hjá Føroyum, og lýsir hon seg seg sjálva á hendan hátt:

– Jeg er 1,85 høy, så jeg er en relativt høy spiller. Til tross for høyden, er jeg en meget bevegelig. Jeg er en spiller som spiller mye med hodet. Jeg forbereder meg godt til kampene. På banen er kommuniserer jeg mye og er veldig tydelig.

27-ára gamli stikuspælarin sigur, at tað ikki tók langa tíð at taka hesa avgerðina - umleið eina viku: Tað tyktiskt vera ein verulig professinalisma kring Champions League-felagið, og Pernille kundi ikki siga nei til Storhamar.

Pernille Brandeborg, sum í løtuni hevur steðg frá lesnaðinum til sálarfrøðing, spælir restina av kappingarárinum við København Håndbold, sum í løtuni liggur á 4. plássi í fremstu donsku deildini. Í apríl skal hon spæla avgerandi HM play-off dystir móti Litava fyri Føroyar.

Dagført: 11.27

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder