Fótbóltur

Øll loyvini eru ikki uppá pláss hjá Geza

- Hann kann ikki spæla við okkum um vikuskiftið og ikki venja við næstu tíðina. Hann noyddist til Keypmannhavnar eftir pappírum, og vit royna at nýta "Fast Track-skipanina", greiðir venjarin hjá Geza í Grimsby frá.

Tað er ein heldur torgreidd støða, sum Geza Turi tykiskt vera endaður í. Í Grimsby verður arbeitt við at fáa greiðu á tí - tað kann taka nakrar vikur at fáa neyðuga arbeiðsloyvi (Mynd: Grimsby Town)

Tað er ein heldur torgreidd støða, sum Geza Turi tykiskt vera endaður í. Í Grimsby verður arbeitt við at fáa greiðu á tí - tað kann taka nakrar vikur at fáa neyðuga arbeiðsloyvi (Mynd: Grimsby Town)

2025-02-07 10:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tógvið stríð og langa bíðitíð fekk Geza David Turi í desember 2024 endaliga váttan um, at hann er danskur ríkisborgari. Hetta ger, at gávaði miðvallarin nú er tøkur fyri føroyska landsliðið, og hetta lat í veruleikan hurðina upp fyri, at Geza fór at hava heimavøll aðrastaðni enn í Gøtu.

Fyri viku síðani varð skiftið til Grimsby Town kunngjørt, men hóast Grimsby hevur dyst móti Carlisle í morgin, og nýggi spælarin hevur sáttmála, so er Geza Turi ikki tøkur: 23-ára gamli føroyingurin upplivir aftur ávísar trupulleikar við sínum pappírum, og noyddist hann ein túr til Danmarkar í gjár.

- Vit bíða enn eftir hansara "visa". Hann er í Keypmannahavn í dag, tí hansara pass ikki er "talgilt" (biometric). Unnusta hansara fleyg til Keypmannahavnar við pappírum úr Føroyum. Hann kemur so aftur í kvøld við teimum, greiddi David Artell, venjari hjá Grimsby Town, frá á tíðindafundi í gjár, tá venjarin varð spurdur inn til støðuna viðvíkjandi Geza Turi. 

Tað er ein heldur margháttilig støða, ið vónandi ikki verður langdrigin fyri nýggja spælaran hjá Grimsby. Hetta er tó ikki ein so heilt óvanlig støða; vit síggja millum annað, at tá spælarar koma til Føroyar ella onnur lond eru øll loyvi ikki komin heilt uppá pláss, og at teir ikki kunnu spæla beinanvegin.

Tað er umráðandi at staðfesta her, at Portalurin ikki hevur allar smálutir uppá pláss í málinum, og at summi ting kunnu tykjast torskild - og eisini kunnu misskiljast nakað - tá talan er um eitt annað tungumál og ymiskar reglur.

Til ber at síggja David Artell greiða frá á Facebook-síðuni hjá Grimsby

Tá orðið visa verður nýtt, í tí sambandi, sum tað verður gjørt í sjónbandabrotinum, so vísir tað til eitt slag av arbeiðsloyvi. 

Geza David Turi hevur so ikki øll neyðugu loyvini. Júst hvør orsøkin er, er ógreið, men søkt skuldi verið um hetta, áðrenn hann kom inn í landið á fyrstan tíð, greiðir Artell frá. Grimsby, sum kanska hevur sovið eitt sindur í tímanum, er í gongd við at hyggja uppá støðuna. Sum um nú er fær nýggi spælarin ikki vant við hinum í felagnum.

- Nú hyggja dugnalig fólk í felagnum uppá støðuna. Vit fara nú at gjalda fyri "Fast Track", og so fáa vit at síggja hvussu skjótt neyðuga loyvi ("visa", red.) kemur. Fram til tá kann Geza ikki venja við okkum, men eg eri vísur í, at hann heldur seg í góðari venjing. So tað er har, vit eru nú, staðfestir Grimsby-venjarin at enda.

Sum skilst kann tað taka nakrar vikur at fáa uppá pláss, men í Grimsby er vónin, at man kann stytta um tíðina til neyðuga arbeiðsloyvi/ítróttaloyvi er har.

Geza David Turi skrivaði í síðstu viku undir tvey og eitt hálvt ára sáttmála við liðið í fjórðbestu ensku deildini, sum er eitt fulltíðar yrkisfelag.

Sí eisini: Geza kunngjørdur í Grimsby

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder