![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Pætur Petersen fer í ár aftur at spæla við B36. Sáttmálin millum partarnar fyri 2025 varð undirskrivaður fyrrapartin.
Hesum boðar B36 frá á Facebook-síðu sínari.
Nú 26-ára gamli skálvíkingurin er uppvaksin í B71. Sum blaðungur spældi hann nøkur ár í B36, áðrenn leiðin gekk til EB/Streym, har gjøgnumbrotið í Betrideildini kom.
Í fýra ár spældi Pætur Petersen við grannunum úr HB. Har var Pætur við til at vinna steypakappingina í 2019 og greipuna í 2020.
Í HB frá 2019 til og við 2022 - her í nærdysti við Eli Falkvard Nielsen sum Pætur Petersen aftur verður liðfelagi við (Mynd: Sverri Egholm)
Pætur skoraði tvey mál móti Liktinstein í venjingardysti tíðliga í fjør. Hann spældi eisini saman við Jóan Símuni Edmundsson á Akureyri (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Í 2023 royndi Pætur Petersen seg í KA Akureyri í Íslandi. Har skoraði álopsspælarin millum annað í Conference League-dysti móti Club Brügge, eftir at liðið var komið víðari í umfarinum frammaundan.
Spælitíð vantaði tó í tíðarskeiðum, og soleiðis var eisini í KÍ í fjør. Pætur fekk ongantíð veruliga fótin fyri seg undir heldur truplum umstøðum í Klaksvík og skiftir, hóast eitt ár var eftir av sáttmálanum við KÍ.
Pætur Petersen verður annar spælarin, eftir Heina Vatnsdal, sum B36 fær úr KÍ til 2025. Sterki miðverjin var tann fyrsta nýggja undirskriftin hjá høvuðsstaðarfelagnum til hetta kappingarárið. Síðani eru Ragnar Samuelsen, Bergur Poulsen, Ragnar Samuelsen, Jóhann Hansson Joensen, Filip Djordjevic, Brian Jakobsen og Bogi Reinert-Petersen lagdir afturat. Eli Falkvard Nielsen er eisini byrjaður aftur.
Samanlagt hevur Pætur Petersen, sambært FaroeSoccer, spælt beint undir 200 dystir á hægsta stigi í Føroyum. Skálvíkingurin hevur eisini yvir tjúgu evropeiskar dystir og ellivu A-landsdystir. Hann verður helst nýttur mest sum vongur í Gundadali, men hevur eisini javnan spælt sum miðáleypari.
B36 skrivar, at Pætur verður við í hópinum, tá menninir hjá Jákup Martin Joensen spæla venjingardyst ímóti TB klokkan 13 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald