![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað eru ítrótturin og sjálvur dysturin, men so er Super Bowl so nógv annað enn tað.
Størsta einstaka ítróttatiltakið á árinum í USA fyllur nógv í tí samfelagnum, sum á ymsan hátt hevur so stóra ávirkan á heimin og vekir so nógvan ans. Og, eins og við øðrum viðurskiftum, verða nógv eygu vend móti USA hendan feburar dagin.
Stóri dagurin frammanfyri sjónvarpinum
Tað búgva yvir 345 milliónir fólk í USA. Miðalhyggjaratalið undir Super Bowl í fjør var 120 milliónir. Hetta er harvið yvir ein triðingur av fólkatalinum, og var tað methøgt. Etir at miðaltalið (gjøgnum allan dystin og "showið") fór niðurum 100 aftur í 2021, so hevur tað verið veruliga vaksandi aftur.
Tá tað toppar undir dystunum, er tað vanliga væl yvir 150 milliónir í USA, sum sita klistraði við skíggjunum.
Uttanfyri USA njóta fólk eisini dagin. Tøl hjá NFL fyri Kanada og Meksiko, umframt millum annað evropeiskar rásir og stroyming er eisini støðugt vaksandi.
Sí eisini: Skulu rinda nærum 60 milliónir fyri 30 sekund
Ein partur av Super Bowl er at savna fólk saman - og eta. Nógv verður gjørt burturúr á hesum økinum, og nógv fer niðurum: Millum annað eta amerikanarar samanlagt nakað yvir eina millard kyllingaveingir á "Super Bowl Sunday". Hesin munnbitin er eitt sereyðkenni fyri dagin.
Heimsstjørna á "pallin" - heimskend fólk á áskoðaraplássinum
Sum vit skrivaðu í gjár, so eru lýsingarnar undir Super Bowl ógvusliga dýrar. Fyri at fáa eitt av setrunum í stóru Ceasars Superdome kann tað kosta fleiri 1.000 dollarar. Í dag hava søgur gingið um atgongumerki, ið eru til sølu fyri umleið 60.000 danskar krónur.
Tað, sum fólk kunnu uppliva í New Orleans, sum hýsir Super bowl fyri 11. ferð av 59 møguligum (met), er ein dyst á høgum stigi og eitt "show" á høgum stigi.
Meðan spælararnir hjá Philadelphia Eagles og Kansas City Cheifs vera í skiftingarrúminum í steðginum, verður miðjan á vøllinum skjótt gjørd til ein stóran pall.
Hann eigur serliga Kendrick Lamar í eini 12 minuttir. Heimsstjørnan og hip-hop tónlistamaðurin úr Kalifornia vann fimm Grammy's herfyri og er høvuðsnavnið.
Til tíðindafundin hjá Kendrick Lamar í samband við framførsluna (Mynd: EPA)
Kendrick verður fyrsti rapparin, sum verður høvuðsnavn til "Halftime Show", sum hevur verið ógvuliga stórt tey seinastu 30 árini ella so. Hann var tó við í Los Angeles í 2022, tá Dr. Dre, Snoop Dogg og onnur høvdu eina rimmar "hip-hop" framførslu.
Hon kann síggjast HER.
Millum áhoyrar vera nógv kend nøvn. Sjónleikarin Bradley Cooper er stórur Eagles-fjeppari; kendasti fjepparin hjá Kansas City Chiefs er uttan iva tónleikaheimsstjørnan Taylor Swift. Hon er unnusta hjá Travsi Kelce, sum hevur verið lyklaspælari hjá Chiefs í teimum trimum meistaraheitunum seinastu fimm árini.
Frá stutt fyri midnátt føroyska tíð í morgin, sunnudagin 9. februar, fer Kansas City Chiefs eftir einum søguliga triðja heitið á rað. Super Bowl nummar 59 í røðini verður tó longu søguligt áðrenn seinasta bríks á ymsan hátt - millum annað við at tað verður tað fyrsta, sum ein sitandi amerikanskur forseti verður til. Donald Trump verður millum áskoðararnar í New Orleans.
Fert tú at hyggja? Og møguliga gera eitt sindur burturúr við mati og/ella pynti? So send gjarna tínar myndir til redaktion@knassar.fo í annaðkvøld/mánanáttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald