![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyrstu dystirnir í Bundesliguni eftir HM-steðgin vórðu spældir í gjárkvøldið, leygarkvøldið 8. februar. Oddaliðið Melsungen vann trygt á Göppingen, men Kiel gjørdi sítt til at halda á við at legga trýst á.
Meistararnir úr Magdeburg vóru á vitjan, men har var einki gestablídni í fyrra hálvleiki. Andreas Wolff og verjan stóðu væl, heimaliðið revsaði javnan Magdeburg væl, og teir hjá Kiel vóru ógvuliga effektivir.
Elias Ellefsen á Skipagøtu kundi verið meira effektivir samanlagt. Hoyvíkingurin brendi samanlagt fimm skot í dystinum, men hann vísti seg sanniliga eisini væl fram. Nummar 71 hevði millum annað eitt dreymahøgg upp í longra málhorn til 12-7 í fyrra hálvleiki.
Hetta nevnda málið sæst eftir 0.42 í klippinum omanfyri.
Tað var eitt av fýra málum hjá Eliasi í gjár. 22-ára gamli føroyingurin legði eisini upp til fýra mál.
Umframt hesi átta "málstigini" var Elias á Skipagøtu sum heild eisini við at fáa ferð og góðsku á Kiel-álopsspæli - okkurt dømi sæst eisini í hæddarpunktunum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu er aftur í gongd - í næsta mánaða eru aftur týðandi EM-undankappingardystir á skránni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Kiel var á odda 20-11 í steðginum, og hóast Magdeburg kom nakað betri við eftir steðgin, so varð ongantíð veruligur spenningur um útfallið. Harvið frøi á teimum allarflestu av teimum beint yvir 10.000 áskoðarunum í Wunderino leikhøllini.
31-25 sigur til liðið á 2. plássi í Bundesliguni (28 stig). Fýra stig eru upp til Magdeburg (32 stig), eftir at bæði liðini hava spælt 18 dystir.
Sí stigatalvuna HER - talið av stigum er ta fyrra undir "CPt"
Liðini hjá Hákuni West av Teigum (Fücshe Berlin) og Vilhelmi Poulsen (Hannover-Burgdorf) kunnu bæði koma undir liðina á Kiel í stigum við sigrum í dag. Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt eru aftur tvey stig aftanfyri Fücshe og Hannover-Burgdorf og eru, eins og hini, eisini stórfavorttar hendan sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald