Annað

Søguligur Super Bowl-sunnudagur í umbúna

Kansas City Chiefs kann gerast fyrsta liðið í NFL-søguni við trimum Super Bowl-sigrum á rað. Liðið úr Philadelphia skal royna at løna finaluósigurin frá 2023 aftur. Avspark í New Orleans verður klokkan 23.30.

Patrick Mahomes og hinir vunnu eina ógvuliga spennandi Super Bowl móti Eagles fyri tveimum árum síðani og vunnu í longdari leiktíð í fjør (Mynd: EPA)

Patrick Mahomes og hinir vunnu eina ógvuliga spennandi Super Bowl móti Eagles fyri tveimum árum síðani og vunnu í longdari leiktíð í fjør (Mynd: EPA)

2025-02-09 14:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Green Bay Packers vann tvey tey fyrstu árini, Super Bowl var. "Steel Curtain" vann Super Bowl fýra ferðir í 1970'unum men ongantíð tríggjar á rað. Tað sama var galdandi fyri San Francisco 49'ers við monnum sum Joe Montana og Jerry Rice, í 1980'unum. Dallas Cowboys vann tríggjar ferðir uppá fýra ár í 1990'unum, men tað fjórða av hesum árunum rakk tað júst ikki til at koma í Super Bowl.

Í hesari øldini hevur New England Patriots verið greitt mest vinnandi felagið. Við Bill Belichick sum venjara og Tom Brady sum quarterbakki sigraðu patriotarnir seks ferðir í stóra dystinum: Tríggjar ferðir millum 2002 og 2005 aftur tríggjar ferðir millum 2015 og 2019. Brady og teir vóru bestir í 2017 og 2019 og vóru í finaluni í 2018, men har vann Philadelphia Eagles óvæntað í ógvuliga undirhaldandi finalu.

[object Object]
Nógvar stórar løtur hjá Belichick, Brady og teimum - men ongantíð tríggjar ferðir á rað (Mynd: EPA) 

Nú kann liðið úr Philadelphia aftur forða einum felagið at fáa hendur á einum søguligum "thee-peat". Søgan hevur víst, at tað er ógvuliga torført at vinna silvurlitta steypið tríggjar ferðir á rað, men í nátt føroyska tíð kunnu Andy Reid, Patrick Mahomes, Travis Kelce og hinir gera tað, sum eingin hevur gjørt áður - síðani NFL mitt í 1960'unum broyttist nógv í sambandi við samanlegging, og at væl fleiri feløg harvið vóru við í kappingini um meistarheiti.

Tá varð meistaradysturin til "Super Bowl", og nú nummar 59 í røðini verður, stendur hetta sum greitt størsta ítróttatiltak í USA - við øllum møguligum rundanum sjálvan dystin. 

Sí eisini: Kendrick Lamar og vaksandi áhugin

Sí eisini: Skulu rinda nærum 60 milliónir fyri 30 sekund

Undir omanfyrinevnda Reid sum venjara og Mahomes sum quarterbakki hevur Kansas City verið í sjey AFC Championshipdystum (hálvfinalum) á rað. Hetta er fimta Super Bowl uppá sjey ár, og Chiefs hava higartil vunnið tríggjar.

Tvey tey seinastu árini er tað eydnast liðnum at vunnið í tøttum finalum. Fyri tveimum árum síðani var tað móti felagnum, sum Andy Reid stóð á odda fyri. Philadelphia Eagles var undir hoinum ofta nær við tað heilt stóra, men fyrsta Super Bowl-heitið kom ikki í hús fyrrenn í 2017 móti Patriots.

[object Object][object Object]
Jalen Hurts og Eagles vóru nær við at koppa liðnum hjá Andy Reid fyri tveimum árum síðani - nú standa liðini aftur yvirfyri hvørjum øðrum (Mynd: EPA)

Í 2023 vóru nógv stig samanlagt men bert trý stig á muni, tá samanumkom (38-35). Lagt er upp til ein ógvuliga tættan dyst aftur - serliga Kansas City Chiefs spælir bert tættar dystir. 

Eina liðið skal royna at skriva Super Bowl-søgu, meðan hitt skal royna at løna aftur. Avspark í Superdome í New Orleans verður klokkan 23.30 føroyska tíð. TV2/TV Play og dazn.com vísa dystin. 

[object Object]
Running bakkurin Saquon Barkley hevur verið stóra stjørnan hjá Eagles í ár og verður ein profilur í dystinum í kvøld (Mynd: EPA)

[object Object]
Patrick Mahomes hevur oftast á sínari yrkisleið verið í minsta lagi nær við at vinna Lombardi-steypið (Mynd: EPA)

------------------------------------------------

Um tit hava hug at deila tykkara Super Bowl-uppliving í 2025 við okkum og aðrar føroyingar, so send mynd/myndir til [email protected]

(Hetta kann millum annað vera av, hvat tit hava á tallerkinum, av fólkunum rundanum o.s.fr)

Vit savna allar myndirnar í einari grein.

Sí eisini: Sendir tykkara Super Bowl myndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder