![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Hann varð føroyameistari og ársins spælari í 2024 og endaði sítt fótbóltsár sum fyribils hjálparvenjari á A-landsliðnum til seinastu Nations League-dystirnar. Atli Gregersen stóð, saman við Eyðuni Klakstein (høvuðsvenjara) á odda, tá Føroyar vunnu í Armenia og síðani taptu tepurt í Norðurmakedónia í november.
Eftir drúgva tilgongd kom Fótbóltssamband Føroya tíðliga í hesi vikuni fram til, at man vil seta U21-landsliðsvenjararnar, sum hava sáttmálar til næst komandi U21-kapping, fast í hesar sessir á A-landsliðnum.
Samráðingar fóru í gongd, men sum skilst eru samráðingarnar millum Fótbóltssambandið og Atla Gregersen steðgaðar uttan úrslit - í øllum førum fyribils.
Hetta hevur Portalurin fingið upplýst frá fleiri góðum keldum.
Eitt av krøvunum frá FSF er, at man vil hava Atla Gregersen at gevast at spæla sjálvur. Í mun til at vera hjálparvenjari á A-landsliðnum gevur hetta góða meining.
Trupulleikin er, at Atli er liðformaður hjá føroyameistarunum og fult í gongd við fyrireikingarnar til kappingarárið 2025, sum Víkingur og Atli Gregersen eisini hava avtalu um. Hetta er tí ein høvuðsknútur.
Atli váttar - hevur ikki fleiri viðmerkingar
Vit hava fyrihildið høvuðspersóninum fyri søguni
Og Atli Gregersen kann í dag vátta, at hann í løtuni ikki er í nøkrum samráðingum við Fótbóltssamband Føroya um sessin sum hjálparvenjari á A-landsliðnum.
Annars hevur hann ikki fleri almennar viðmerkingar til støðuna.
Bíðistøða
Meðan so at siga alt bendir á, at 42-ára gamli Atli Gregersen í 2025 eisini verður liðformaður hjá Víkingi og hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, verður bíðað eftir, hvussu tað fer at síggja út hjá Eyðuni Klakstein og FSF.
Eyðun og Atli hava samstarva við góðum úrslitum á U21-landsliðnum síðani 2023 og eisini í sambandi við fyribils uppgávuna við A-landsliðnum.
Sum nevnt peikaði starvsnevndin hjá FSF á 52-ára gamla klaksvíkingin sum sín framtíðar høvuðsvenjara á A-landsiðnum, og tískil byrjaðu samráðingar miðskeiðis í hesi vikuni. Sum skilst eru tær framvegis í gongd.
Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, segði við Portalin hósdagin, at man vónaði og væntaði at kunngerða ein nýggjan landslisvenjara í næstu viku.
Les eisini: FSF er í samráðingum við ein venjara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald