Annað

Vágamenn tátta í

Sandavágsmenn nærkast nú havnarmonnum í landskappingini í talvi. Munurin millum oddaliðini styttist við einum stigi sunnudagin..

Vágamenn spenna seg út í Finsen. Høgni Egilstoft Nielsen fremst í myndini. Innanfyri síggjast Silas Eyðsteinsson og Jón í Horni Nielsen eygleiða gongdina.

Vágamenn spenna seg út í Finsen. Høgni Egilstoft Nielsen fremst í myndini. Innanfyri síggjast Silas Eyðsteinsson og Jón í Horni Nielsen eygleiða gongdina.

2025-02-10 07:39 Author image
Innsent
placeholder

Vágamenn gjørdu bart í sjeynda umfari og vunnu 4-0 á B-liðnum hjá Havnini. Sama hál gjørdu klaksvíkingar móti kollfirðingum. FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Klaksvík B.

Leiðslan er tí svunnin niður í hálvtannað stig. Spenningurin er uppaftur kyknaður.

1. deild (7. umfar)
Havnin - Klaksvík B. 3 - 1
Helgi Dam Ziska - Haldur S. Johansen ½ - ½
Luitjen Akselsson Apol - Ingolf Gaard 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Tummas M.Sólsker ½ - ½
Herluf Hansen - Rógvi H. Olsen 1 - 0

Tað eydnaðist Halduri at fáa remis móti stórmeistaranum í spennandi talvi á 1 borði. Ratingmunurin er gott og væl 500 stig. Tað er ei heldur á hvørjum degi, at aðrir enn Egilstoft-brøðurnir fáa remis móti stórmeistaranum. Helgi og Haldur høvdu eisini eitt spennandi talv sínamillum í fjør, men tá vann Helgi. Havnarmenn vunnu við hvíta fólkinum og telvaðu remis við svarta fólkinum. Tað plagdu at vera hyggjuráðini til liðdystir.

Havnin B. - Sandavágur 0 - 4
Elias Petersen - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Suni Merkistein - Silas Eyðsteinsson 0 - 1
Jóannes Guttesen - Jón í Horni Nielsen 0 - 1
Óli Joensen - Torkil Nielsen 0 - 1

Her var eingin náði. Hóast telvað var í nógvar tímar á øllum fýra borðum, vóru vágamenn við yvirlutan, tá avtornaði. Havnar Telvingarfelag stendur sum er til at flyta niður við sínum B-liði, men við einum góðum spurti kunnu teir kanska fáa kollfirðingar aftur.

Klaksvík - Kollafjørður 4 - 0
Ólavur Simonsen - Árant Djurhuus 1 - 0
Rani Baldursson - Rógvi Mørkøre 1 - 0
Heðin Gregersen - Karl M. Dahl 1 - 0
Finnbjørn Vang - Markus Jacobsen 1 - 0

Munurin á toppi og botni kom eisini til sjóndar í hesum dysti. Klaksvíkingar eru so smátt farnir at nærkast oddaliðunum báðum, og hava ein lykladyst móti Sandavági næstu ferð.

Støðan í 1. deild
Havnin 22½ stig
Sandavágur 21
Klaksvík 18
Klaksvík B 9
Kollafjørður 7½
Havnin B 6


Toppdystur

Oddaliðini í 2. deild brustu saman í Klaksvík. Vágamenn vunnu og styrktu sostatt um oddastøðu sína. Jónfinn Thomsen var matchvinnari á fjórða borði. Á hinum borðunum var remis.

Bernhard Augustinussen, Jón Atlason, Ingi Wiberg og Jónfinn Thomsen er manningin hjá Sandavágs Talvfelag, ið tykist hava beina kós upp aftur í 1. deild.

Toftamenn fara neyvan at røkka vágamonnum. Toftir vunnu í Havn sunnudagin. Fyrrverandi føroyameistarnir Bogi Ziska og Jens Chr. Hansen vunnu báðir á toftaliðnum.


2. deild (7. umfar)
Klaksvík - Sandavágur 1½ - 2½
Kongshavn - Havnin B. 2½ - 1½
Havnin A. - Toftir 1½ - 2½

Støðan í 2. deild
Sandavágur 17½ stig
Klaksvík 15½
Havnin B. 15
Toftir 14
Kongshavn 11
Havnin A. 11


Hinar deildirnar

Sundalagsmenn eru framvegis á odda í 3. deild, men gøtumenn, sum fingu góðan sigur sunnudagin, eru í hølunum á teimum. Og vestmenningar kunnu við stórsigri í útsetta dystinum í gjár leggja seg upp á síðuna á oddaliðnum.

Í 4. deild er líkt til, at klaksvíkingar eru stinnastir. Endurstovnaða felagið á Strondum heldur tørn, verri stendur til við royndini við einum talvfelag í Suðuroynni, tí nú er tað rárasta hending, at suðuroyingar eru fullmannaðir til dystirnar.


3. deild (7. umfar)
Rókur - Havnin 2½ - 1½
Gøta - Sandavágur 3 - 1
Vestmanna - Kollafjørður (útsettur)

Støðan í 3. deild
Rókur 18 stig
Gøta 17½
Vestmanna 14
Kollafjørður 12½
Sandavágur 10½
Havnin 7½

4. deild (6. umfar)
Sandavágur B. - Klaksvík 2½ - 1½
Rókur - Suðuroy 3 - 1
Sandavágur A. - Strendur B. 3 - 1
Gøta - Strendur B 0 - 4
Toftir - Havnin 1½ - 2½

Støðan í 4. deild
Klaksvík 19 stig
Sandavágur B. 15½
Strendur 15
Sandavágur A. 13½
Rókur 13
Suðuroy 11
Gøta 11
Havnin 8
Strendur B. 7
Toftir 7


Nú er steðgur í landskappingini í tvær vikur. Dystirnir í áttanda umfari verða 23 februar. Í 1. deild verður tá telvað soleiðis:

1. deild (8. umfar 23. februar)
Kollafjørður - Havnin
Sandavágur - Klaksvík
Klaksvík B. - Havnin B.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder