Annað

Eagles eyðmýkti Mahomes og teir á størsta pallinum

Tað endaði heili 40-22 og var avgjørt lutfalsliga tíðliga í New Orleans. Annað Super Bowl-heitið til liðið úr Philadelphia, og harvið ikki eitt søguligt triðja meistaraheitið á rað til Kansas City Chiefs.

Jalen Hurts risti ikki á hondini, tá nummar 1 skuldi gera mun á stóran pallinum, og var verja hansara eisini framúrskarandi. Veitslulag í Pennsylvania eftir eitt óvæntað slag av sigri (Mynd: EPA)

Jalen Hurts risti ikki á hondini, tá nummar 1 skuldi gera mun á stóran pallinum, og var verja hansara eisini framúrskarandi. Veitslulag í Pennsylvania eftir eitt óvæntað slag av sigri (Mynd: EPA)

2025-02-10 03:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tveimum árum síðani endaði tað 38-35 til Kansas City Chiefs í Super Bowl-uppgerðini við Philadelphia Eagles. Nú hittust feløgini aftur á stóra pallinum, og lagt varð aftur upp til ógvuliga spennandi finalu.

Spenningur var tó ikki leingi í dystinum í Superdome, New Orleans. Liðið hjá Nick Sirianni var omaná frá byrjan og sat fullkomiliga á tí báðu megin bóltin - millum annað við at hava tamarhald á honum nógv longuri.

Stóra álopsstjørnan í ár Saquon Barkley slapp ikki at fáa so nógv stór spæl, men Jalen Hurts og hinir vóru ógvuliga effektivir. Hinvegin høvdu Patrick Mahomes og hansara menn tað ógvuliga trupult. Eagles-verjan var ógvuliga ágangandi og legði áhaldandi trýst á stjørnuquarterbakkin, ið sum heild hevði ein væl undir miðal dag.

[object Object][object Object]
Patrick Mahomes gjørdi nøkur flott og stór spæl í seinnu hálvu av triðja fjórðingi og í tí sinasta fjórðinginum, men hesar myndirnar lýsa væl meginpartin av dystinum hjá honum og Chiefs: Undir trýsti og nógv av/á veg av vøllinum (Myndir: EPA)

[object Object]Chiefs-verjan hevði rímiligt tamarhald á rennistjørnuni Saquon Barkley, men nummar 26 átti eisini nøkur stór spøl, sum vóru við at steingja hurðina fyri Kansas City Chieds (Myndir: EPA)

Mahomes fekk ikki nóg nógva hjálp frá linjuni frammanfyri seg, ella Kelce og teimum sum skuldu lofta trygt, men nummar 15 kastaði tvær dýrar interceptions í fyrra hálvleiki - tí einu tryggjaði fyrstaársspælarin og føðingrdagsbarnið Cooper Dejean, og rann 22-ára gamli verjuspælarin sjálvur allan vegin til touchdown. Mahomes hevði eisini eitt fumble, men tá var alt so at siga liðugt.

Tað var heili 24-0 til ørnirnar í steðginum, og fyrstu løtuna eftir hálvleiksframførsluna hjá Kendrick Lamar gjørdist tað ikki nógv frægari hjá meistarunum seinastu árini. Teir fluttu framhaldandi bóltin ov illa, og so skoraðu Hurts og Davonta Smith eitt stórt touchdown: Yvir 30 stig á muni.

[object Object]
A.J. Brown fær bóltin inn til touchdown 

[object Object]Tað var ógvuliga tungt hjá stóru linjumonnunum í hvítum at geva Mahomes-tíð. Verjulinjan hjá Eagles spældi ein stórna dyst (Myndir: EPA)

Chiefs fekk pynta uppá tað nakrar ferðir við trimum Mahomes touchdown-køstum, har tað seinasta til Xavier Worthy var ógvuliga flott. Men ístaðin fyri at gerast meistari tríggjar ferðir á raðm sum eingin hevur gjørt í Super Bowl-tíðini áðrenn, tapti liðið hjá Andy Reid við 26 stigum.

Hetta móti gamla liðnum hjá Reid, sum bara var best á øllum økjum og vann Super Bowl fyri aðru ferð. Fyrru ferð var í 2017 við sigri á New England Patriots. Nú lyfta teir í grønu afturm Lombardi-steyppið, meðan Chiefs, eftir sín fimta Super Bowl-dyst í seks, kunnu kenna seg vónbrotnar.

Super Bowl 59: Philadelphia Eagles - Kansas City Chiefs 40-22 (24-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder