
Tað gjørdist ein jøvn fyrra hálvfinala millum Neistan og H71. Fitt av fólki var møtt upp í Høllini á Hálsi, og tey fingu nógv fyri pengarnar.
Hoyvíkskvinnur endaðu við at vinna. Maria Halsdóttir Weyhe setti bóltin í neistamálið, tá bara fýra sekund vóru eftir og legði harvið H71 á odda 22-21, sum eisini gjørdist úrslitið.
Hetta var kortini bara fyrri hálvleikur, tí leygardagin hittast liðini aftur til seinnu hálvfinaluna., og tá verður tað í Hoyvík. Tá verður annar steypafinalisturin 2025 funnin.
Í morgin, hóskvøldið klokkan 18, tekur Kyndil ímóti Stjørnuni í hinari hálvfinalu uppgerðini í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
Fylg við livescore á Portal.fo-forsíðuni til allar dystirnar í bestu deildunum og steypakappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald