Fótbóltur

Víkingur fekk flott úrslit í Finnlandi

Á fyribils evropeiska heimavøllinum sigraði liðið hjá hjá Gunnari Vatnhamar í fyrra Conference League play-off dystinum móti Panathinaikos. Gunnar sat á bonkinum allan dystin.

Víkingur Reykjavík kom á odda 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki, men tíverri minkaði mótsstøðuliðið um munin seint í dystinum (Mynd: Víkingur Reykjavík/UEFA)

Víkingur Reykjavík kom á odda 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki, men tíverri minkaði mótsstøðuliðið um munin seint í dystinum (Mynd: Víkingur Reykjavík/UEFA)

2025-02-14 07:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur Reykjavík heldur fram við at skriva íslendska fótbóltssøgu. Í gjárkvøldið varð talan um fyrsta sigurin hjá íslendskum felagi í einum knock-out umfari (endaspælið)

Liðið hjá Gunnari Vatnhamar vann fyrra dystin móti Panathinaikos um at koma í Conference League-áttandapartsfinalurnar. 

Orsakað av vantandi loyvi kundi dysturin ikki spælast í Íslandi, og eftir royndir at flyta hann á Tórsvøll og síðani í Parkina, endaði tað við, at Víkingur Reykjavík tók ímóti á Bolt leikvøllinum í Helsinki.

Tað endaliga 2-1 á vanliga heimavøllinum hjá HJK Helsinki. Og tað kundi væl verið til eitt uppaftur betri útgangsstøði undan dystinum í Grikkalandi.

Davíð Örn Atlason skoraði í 13. minutti, og Matthías Vilhjálmsson økti til 2-0 í 58 minutti. Í 89. minutti varð brotsspark tó dømt móti Víkingi, ið varð umsett til mál.

Harvið fyrimunur til íslendska liðið, men tað verður torført í Athen hósdagin 19. mars.

Tá kann verða, at Gunnar Vatnhamar fær ein leiklut til tann týðandi dystin. Leirvíkingurin hevur verið skaðadarvaður í vetur og sat á bonkinum allan dystin í gjár. 29-ára gamli føroyingurin er annars vanliga fastur á liðnum hjá Víkingi.

Liðið hjá Hanusi Sørensen, NK Celje, er á sama staði í Conference League. Celje spældi 2-2 javnleik á heimavølli móti kypriotiska APOEL í gjár. Hanus kundi tó ikki spæla við. Av tí at hann hevur spælt fyri HB fyrr í kappingini, so er hann ikki tøkur fyri eitt annað felag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder