Hondbóltur

Elias toppskjútti í evropeiskum sigri

Nummar 71 skoraði seks mál og legði upp til trý í trygga sigrinum á Porto - Kiel er víðari til fjórðingsfinalurnar. Jóhan á Plógv Hansen skoraði trý mál í javnleiki hjá Flensburg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-19 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annað av fýra umførum í European League meginumfarinum var á skránni í gjárkvøldið, týsdagin 18. februar. 

THW tók í Wunderino leikhøllini móti FC Porto. Tvey mál vóru á muni í steðginum, men tíðliga í 2. hálvleiki fór heimaliðið av álvara frá, og tað endaði 32-22.

Kiel skoraði 18 ferðir eftir steðgin og samanlagt 32 ferðir. Toppskjútti var 22-ára gamli føroyski spælskiparin. Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði 6 ferðir (uppá níggju skot).

Á 1.55 í hæddarpunktunum omanfyri sæst eitt framúr mál hjá Eliasi, har hann í støðu av høgra bakki tekur sakina í egnar hendur og høggur bóltin upp í longra málhornið, meðan hann er hálvgum liggjandi á síðuni.

Elias á Skipagøtu var við at skapa ferð og góðsku í álopsspælið hjá Kiel, og hoyvíkingurin legði eisini upp til trý mál. Tað eina var ógvuliga frek fríspæling til Patrick Wiencek á strikuni - afturum seg sjálvan og kroystur av tveimum hjá Porto. Hendan alveringin sæst á 0.35 ovast ella HER,

Við trygga sigrinum er THW Kiel sum væntað víðari til fjórðingsfinalurnar í næststerkastu evropeisku kappingini. So er spurningurin bara, um tað verður Kiel ella Melsungen, sum vinnur bólkin. Tey eru jøvn í stigum og hava ein innanhýsis dyst eftir.

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu tykist væl fyri til landsdystirnar í næstum, har hann skal avrika heilt væl, fyri at Føroyar skulu fáa týðandi stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tvey umfør resta í, og tey verða spæld næstu tvær vikurnar. Flensburg-Handewitt skal hava ein sigur afturat fyri at vissa sær víðari luttøku í European League fjórðingsfinalunum.

Í gjár spældu arvafíggindarnir hjá Kiel málríkan javnleik (34-34) móti franska Fenix Toulouse. Emil Jakobsen tryggjaði heimaliðnum eitt stig við brotskasti, tá hálvur minuttir var eftir,

Ein annar heimsmeistari var á hinum vonginum meginpartin av dystinum. Jóhan á Plógv Hansen skoraði trý mál uppá fýra skot.

Ta eina av hesum sæst í videobrotinum niðanfyri ella HER og er tað úr spískum og ógvuliga snilt. Tað er frá 1.23

Video: EHF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder