
Í sambandi við almenna tiltakið tá stórhøllin við Tjarnir læt upp, skipaði Róðrarsambandið fyri HM í inniróðri í nýggju høllini í Hoyvík.
Talan var um fyrstu altjóða kappingina, sum skipað varð fyri í stórhøllini við Tjarnir, og tvey tey fyrstu føroysku heiðursmerkini har komu eisini í hús.
Tað vóru Matttias Durhuus og Sarita Kristina Hansen, sum tryggjaðu sær silvurheiðursmerki á 500 metrum. Ungi hósvíkingurin gjørdist heimsmeistari í 2023 og hevði nú góða tíð í bólkinum "Menn 19-20 ár".
Mattias Durhuus heiðrarður við heimkomu til Sunda kommunu úr Toronto í 2023, tá hann vann gull á líknandi teini, umframt eitt silvur á 2.000 metrum
Sarita Kristina Hansen er ein av okkara royndu rógvarum, sum eisini virkar sum venjari. Sterka kvinnan úr Miðvági gjørdist nummar tvey í "Kvinnur 23-39 ár Lættvekt".
Harvið tvey føroysk heiðursmerki og eisini onnur flott úrslit. Samanalgt ellivu føroyskir rógvarar høvdu kvalifiserað seg til HM-teinarnar., sum teir róðu við Tjarnir. Hjá teimum yngstu endaðu Pauli Joensen(Tindur) og Nóa Rúnason (Vágs Kappróðrarfelag) stutt frá heiðursmerkjum.
- Kappast var í 500m sprint. At okkara føroysku rógvarar teljast millum heimselituna í inniróðri, hava tey enn einaferð prógvað hetta vikuskiftið, og tað eru vit ómetaliga stolt av, skrivar innirodur.rsf.fo
Komandi vikuskiftið, tann 22. og 23. februar, fara teir føroysku rógvarnir aftur í eldin, tá kappast verður um heimsmeitaraheitini á 2000m teininum. Karmar fyri hesa kappingina verður Skúlin við Gøtugjógv.
Úrslitini frá 500m sprint um vikuskifti:
U17 Dreingir
Pauli Joensen nr. 4 tíð: 1.23,8
Nóa Rúnason nr. 5 tíð: 1.25,7
Jógvan Fríði Christiansen nr. 45 tíð: 1.59,4
Kristian Svenning Johannesen nr. 47 tíð: 02.07.0
U17 Gentur
Vár í Húsunum nr. 8 tíð: 1.41,9
Nanna Schiller, vegna tekniskar trupulleikar var tíðin ikki góðtikin.
Poula Christiansen, vegna tekniskar trupulleikar var tíðin ikki góðtikin.
Menn 19-20 ár
Mattias Durhuus nr. 2 tíð: 1.17,4 (Silvur)
Kvinnur 23-39 ár
Vár G. Hansen nr. 7 tíð: 1.32,1
Kvinnur 23-39 ár Lættvekt
Sarita K. Hansen nr. 2 tíð: 1.38,1 (Silvur)
Kvinnur 40-44 ár
f nr. 7 tíð: 1.36,8
Mynd: Jens Kr. Vang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald