Hondbóltur

Yvirlit: 18 steypafinalur á skránni við Tjarnir

Eydnudeildin spælir eisini sunnudagin, tá endað verður við U18-finalunum um kvøldið. Fyrstu Faxe Kondi finalurnar í nýggju høllini í Hoyvík verða U16-finalurnar fríggjakvøldið.

Ógvuliga góðir karmar til ársins steypafinalur har samanlagt tíggju feløg eru umboðaði (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ógvuliga góðir karmar til ársins steypafinalur har samanlagt tíggju feløg eru umboðaði (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-19 11:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið verður stóra nýggja høllin í Hoyvík karmur um Faxe Kondi steypafinalurnar, og Hondbóltssamband Føroya hevur í dag lagt yvirlitið fyri dystirnar út.

Nógv virksemi verður við Tjarir frá fríggjakvøldið. 18 finalur verða spældar, umframt at Eydnudeildin byrjar sunnudagin.

Vaksnamannafinalurnar eru á skránni leygarkvøldið.

Allar ungdómsfinalur verða stroymdar á youtube síðuni hjá HSF:
Handball Faroe Islands – YouTube. Kringvarpið vísir vaksnamannafinalurnar. Atgongumerki til dystirnar við Tjarnir kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Leiksskráin
Fríggjadagin 21. februar:
kl. 18.30 G16: Kyndil – Neistin
kl. 20.00 D16: Neistin – H71 a

Leygardagin 22. februar:
kl. 09.00 G10B: EB a – Tjaldur a
kl. 09.40 D10B: H71 b – Neistin c
kl. 10.20 G12B: EB a – H71 c
kl. 11.10 D12B: ÍA a – SÍF
kl. 12.00 G10A: H71 a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: H71 c – Kyndil a
kl. 13.20 G12A: H71 a – StÍF a
kl. 14.20 D12A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.00 Kvinnur: Neistin – Kyndil
kl. 19.30 Menn: H71 – VÍF

Sunnudagur 23. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 G14B: Søljan – Tjaldur
kl. 15.00 D14B: Tjaldur – Team Klaksvík
kl. 16.00 G14A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.00 D14A: H71 a – Kyndil
kl. 18.00 G18: H71 – Kyndil
kl. 19.30 D18: H71 – VÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder