
Fyri at tað skal gangast IK Sävehof væl, skal Óli Mittún spæla væl. Áleið soleiðis hongur tað saman, nú tað í 2024/2025 hongur uppaftur meira á 19-ára gamla føroyinginum, enn tað gjørdi í meistaraárinum 2023/2024.
Óli gjørdist toppskjútti í javnleikinum móti oddaliðnum Ystads fyri viku síðani (níggju mál í 34-34 javnleikinum), og nummar 78 var aftur toppskjútti í Skövde í gjárkvøldið.
Hoyvíkingurin skeyt heili ellivu mál, sum var beint yvir ein triðingur. Óli Mittún legði eisini upp til fýra mál. Harvið seinastu ella næstseinastu hond á helmingin á málunum hjá Sävehof í 30-26 sigrinum og greitt dagsins maður.
Ísak Vedelsbøl var ikki skrásettur fyri nakað mál hjá Sävehof í gjár.
Teir í gulum og svørtum vóru á odda við einum máli í steðginum og eisini á odda allan 2. hálvleik. Sävehof fór nakað frá móti endanum, og tvey týdningarmikil stig komu í hús.
Svensku meistararnir eru í løtuni á 4. plássi og halda seg væl á fjórðingsfinaluplássi. Rói Ellefsen á Skipagøtu og Hallby eru á 8. plássi og kappast við millum annað júst Skövde um pláss í 1/8-finaluni.
Sävehof og Hallby hittast í Partille týskvøldið í fimtseinasta umfari í grundspælinum í fremstu svensku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald